Varðin Pelagic í gongd aftur

Størsta arbeiðsplássið í Suðuroy er aftur farið undir framleiðslu

Mynd: TVK.fo

Mynd: TVK.fo

Nógv lív hevur verið á havnalagnum á Tvøroyri seinastu tíðina, skrivar heimasíðan hjá kommununi.

 

Íslendskir nótabátar lógu við bryggju í farnu viku, men teir máttu víkja, tá svartkjaftatrolararnir komu aftur av veiðu og landaðu til Varðan Pelagic, so nú hevur sett maskinurnar í gongd aftur.

 

Tróndur í Gøtu  landaði mikudagin góð 1300 tons av svartkjafti til matna og fríggjanáttina landaði Jupiter góð 1100 tons av svartkjafti, eisini til matna. Samstundis lá skipið Silver River við bryggju og tók ímóti fiski frá Varðanum.

 

Tað gjørdist tó ikki langur steðgur hjá Jupiter, men ei heldur var bryggjan tóm leingi, tí longu fríggjamorgunin lógu tveir íslendskir nótabátar á Tvøroyri, nevniliga Birtingur og Heimaey.

 

Sambært heimasíðuni seta íslendingar tíðiliga dám á býin, meðan teir bíða eftir fiskiskapi.