Sleppa ikki við tá ið jólatræið í Havn verður tendrað

Men tey siga, at korona skal kortini ikki sleppa at oyðileggja jólahýrin í miðbýnum

Ein av góðu jólasiðunum í Havn er, tá jólatræið á Tinghúsvøllinum verður tendrað. Ein rúgva av fólki plagar at koma saman, tá ið jólamenninir, við góðari hjálp frá Tórshavnar sløkkiliði, og teimum mongu børnunum, sum hyggja at, tendra stóra jólatræið.

Í ár verður jólatræið tendrað næsta leygardagin, 28. November – men árið í ár er ikki sum onnur ár, og jólatræið í Havn sleppur heldur ikki undan at verða ávirkað av koronu. Tí verður tí einki tiltak á Vaglinum í ár, sum tað annars plagar at vera, tá ið træið verður tendrað.

Kortini sleppur korona ikki at oyðileggja jólahýrin í miðbýnum, siga tey í Visit Tórshavn, sum skipa fyri. Tí verða bæði jólamenn og tónleikur at hoyra í býnum, sum aftur í ár verður pyntaður við granni og jólaperum.