Sleppa nú aftur at vitja sjúklingar á sjúkrahúsunum

Men nakrar avmarkingar verða kortini

Eins og restin av samfelagnum hevur verið meiri ella minni lukkað í meiri enn tveir mánaðir fyri at forða fyri, at korona breiðir seg, hevur tað eisini rakt virksemið á sjúkrahúsunum meint.

Eitt nú er er tað bara í serstøkum føri, at næstringar eru slopnir at vitja sjúklingar, sum hava verið innlagdir.

Me nú samfelagið so líðandi verður latið meira upp, hevur sjúkrahúsverkið eisini linkað krøvini.

Tað merkir, at frá í dag, 18. mai, sleppa avvarðandi, og onnur, aftur at vitja sjúklingar, sum eru innlagdir á sjúkrahúsi. Vitjanirnar skulu vera í vanligu vitjunartíðunum, og vitjanir aðrar tíðir á degnum kunnu bara vera eftir serligri avtalu við starvsfólki.

Samstundis skulu tey vitjandi eisini halda tilmælini um reinføri og um at halda seg minst tveir metrar frá øðrum. Sum heild er tilmælið, at vit skulu vera minst ein metur frá hvørjum øðrum, men har serligur vandi er til staðar, skulu vit framvegis vera tveir metrar frá hvørjum øðrum.

Og tey, sum føla seg sjúk, skulu ikki fara á sjúkrahúsið at vitja nakran, siga sjúkrahúsini í eini fráboðan í dag.