Samansetingin er so góð

Her er eitt sindur til øll, siga Jenny, Edith og Amalia

Systrarnar Jenny og Edith eru komnar til brúnna við mammu síni Amaliu.

 

- Vit eru komnar at hugna okkum við hesum góða tónleikinum, og tað hevur verið ordiliga gott higartil, siga tær.

 

Fleiri og fleiri fólk eru at síggja á økinum, hóast tað er farið at regna aftur.

 

- Samansetingin av tónleikarum er so góð. Her er eitt sindur til øll, siga tær. Tó gleða tær seg mest til Hanus G. Johansen og Tinganest.

 

- Tey lokalu vóru ordiliga góð eisini, bæði Butterflies, Ester og Marni, siga tær at enda.