Sleppa nú frá at senda nógvar suðuroyingar á Landssjúkrahúsið

Suðuroyar Sjúkrahús hevur nú fingið neyðugu starvsfólkini

Myndina tók Eileen Sandá

Myndina tók Eileen Sandá

Nú verður tað skjótt at nýggi skannarin á Suðurpoyar Sjúkrahúsi kann takast í brúk. Tað er greitt eftir at Suðuroyar Sjúkrahús nú hevur sett tveir radiografar í starv.

Tað var fyri jól, at Suðuroyar Sjúkrahús søkti eftir radiografum og tey fingu 10 umsóknir til størvini.

Pauli Henryson, stjóri á sjúkrahúsinum, sigur, at tey vóru óvfarin av at fáa so nógvar umsóknir, og eftir at hava gjøgnumgingið tær, eru nú tveir radiografar settir í starv.

Stjórin sigur, at tað røkkur til at manna skannaran allan sólarkringin. Radiografarnir byrja í starvinum 1. apríl, og so skulu teir seta seg inn í ymsar mannagongdir, og so verður klárt at taka skannaran í brúk, sigur Pauli Henryson.

Nú er tað annars næstan eitt ár síðani, at Suðuroyar Sjúkrahús fekk skannara, men enn hevur tað ikki eydnast at fáa hann í brúk.

Nakað áðrenn skannarin kom, segði undanfarni sjúkrahússtjóri, Ronnie Midjord, við okkum, at ætlanin var at fáa eina skipan við tele-viðger, so at tey á røntgendeildini á Landssjúkrahúsinum, kundu arbeiða við skannaranum

Men tað bar ikki á mál og tískil hevur Suðuroyar Sjúkrahús nú fingið sínar egnu radiografar.

Við nýggja skannaranum slepst undan at senda eitt stórt tal av suðuroyingum á Landssjúkrahúsið í Havn til skanningar,

Hann upplýsti eisini, at Suðuroyar Sjúkrahús sendir yvir 200 sjúklingar á Landssjúkrahúsið um ári til CT skanningar. Í summum førum er talan um bráðneyðugar skanningar og tí er tað ikki óvanligt, at sjúklingar verða sendir til Havnar við tyrlu til skanningar.

Men nú kann nógv tann størsti parturin av hesum skanningunum so gerast á Suðuroyar Sjúkrahúsi ístaðin.

Myndina tók Eileen Sandá