Sleppa vit so byggja vit 100 leiguíbúðir afturat

Tað sigur Gordon Rajani, sum er stjóri í felagnum Mark, sum í hesum døgum er við at seta upp 48 leiguíbúðir undir Kongavarða á Argjum.

 

 

Í hesum døgum er nógv byggivirksemi í býlinginum undir Kongavarða á Argjum. Tað er felagið Mark, sum er í ferð við at seta upp ein bygning við 48 leiguíbúðum. Bygningurin kemur liðugur til landið í modulum, sum so verða sett saman. Alt er liðugt innan, tá modulini koma. Hetta er byggiháttur, vit eisini hava sæð við øðrum stórum byggjaríum í høvuðsstaðnum.

##med2##

– Tað gongur væl. Vit eru nú í ferð við at seta upp mittasta bygningin, og í aðru viku vænta vit, at tann síðsti parturin kann setast upp. Síðani skal bygningurin klæðast, og trappur og svalar setast upp, sigur Gordon Rajani.

Upprunaliga ætlan var at gera 96 íbúðir. Men eftir at øll loyvi vóru givin og klárt var at fara í gongd, kom sperðil í. Grannar mótmæltu, tí tey hildu, at hetta fór at taka ov nógv frá økinum undir Kongavarða, og at tey fóru at missa sólina.

Hóast øll loyvi vóru givin, so var byggiloyvið broytt soleiðis, at ætlanin varð minkað niður í helvt, og Mark fekk nýtt loyvi til at byggja 48 íbúðir.

– Tað var sjálvandi ein strika í rokningini hjá okkum, tí hetta tekur burtur stóran part av inntøkugrundarlagnum. Tí eitt nú alt útgrevstrararbeiði og fyrireikingararbeiðið hevði verið at kalla tað sama, um bygningurin var eitt sindur hægri og eitt sindur longri, sigur Gordon Rajani.

##med3##

Men ein treyt hjá Mark fyri at ganga við til at minka verkætlanina úti á Argjum var, at felagið fekk annað stykki at byggja hin partin av verkætlanini á.

– Ta lyftið fingu vit frá býráðnum, og tey hava eisini víst okkum á eini tvey onnur stykki, sum nú verður arbeitt við, sigur Gordon Rajani.

Spurdur um teir høvdu verið til reiðar at bygt ta upprunaligu ætlanina við 96 íbúðum á øðrum stað í Havn, so sigur hann, at tað høvdu teir fegnir gjørt.

– Vit vilja gjarna byggja 100 íbúðir afturat í Havn. Og vit eru eisini sinnaðir at fara í gongd aðrastaðni enn í Havn, sigur Gordon Rajani.

Hjá Mark vænta tey, at íbúðirnir verða klárar at flyta inn í um ársskiftið.

##med4##

##med5## 

Gordon Rajani er stjóri íMark