Slitsterk lakkverja til bilar og bátar

Føroya Oljusøla í Mykinesgøtu í Havn umboðar Drop Off og Marine Glasscoat, ið eru lakkviðgerðir, sum eru slitsterkar og geva ein flottan glans.

Drop Off og Marine Glasscoat eru eitt japansk produkt, sum eru 1600 ferðir harðari enn vanligt voks. Talan er um keramiska lakkviðgerð við longum garanti.

Umboð fyri norska veitaran hava verið í Føroyum og lagt teimum lag á sum skulu nýta teirra produkt. Eftir viðgerðina tolir lakkið øll sløg av vaski bæði við sjampo og avfeittara.

Viðvíkjandi bilum er tað soleiðis at bileigarin fær eitt sertifikat við eftir viðgerðina. Bilurin skal til eftirlit einaferð um árið fyri at halda garantiið.

##med2##

Drop Off heldur væl til føroyska veðurlagið. Hóast bilarnir verða skitnir um veturin og tí mugu vaskast ofta, er tað eingin trupulleiki.

Tað sama er galdandi fyri Marine Glasscoat, sum gevur bátinum ein varðandi glans í fleiri ár.