Sluppu aftur til fiskiskap á midnátt

Bátarnir í bólki 5B, ið seinastu vikurnar hava ligið, kundu í nátt aftur fara til fiskiskap. Tað boðar Vørn frá.

Tað var í farnu viku, at løgtingið samtykti eitt broytingaruppskot frá tingmonnunum Paula Trond Petersen, Henriki Old, Jørgeni Niclasen, Bárði á Steig Nielsen, Jenisi av Rana og Jógvani Skorheim, ið hækkaði dagatalið av fiskidøgum hjá bólki 5B við 2.150 døgum.

Løgtingið valdi at broyta lógina, aftaná at allar fiskidagarnir í bólki 5B vóru brúktir, tá árið einans var hálvrunnið.

Lógin bleiv lýst seinnapartin í gjár og merkti tað, at bátar í bólki 5B aftur kundi fara til fiskiskap tá klokkan var farin av midnátt.