Sluppu ikki við í dansin á ólavsøku í ár

Myndugleikarnir látast ikki um vón

Tey látast ikki um vón

Tey látast ikki um vón

Tað er sera hugstoytt at ásanna at deyv ikki vóru boðin við á ólavsøku 2020. Tað siga tey í Deyvafelag,  Tey vísa á, at vit hava júst hátíðarhildið trý ára dagin fyri at føroyskt teknmál gjørdist alment føroyskt mál.

– Men fyri fyrstu ferð í 25 ár, var als ongin teknmálstulking av setanini, gudstænastuni, løgmansrøðuni, ella av í nøkrum av tilfarium,  ið var sent í KVF.  

– Einasta sending,  har teknmál- og tulking varð umrøtt,  var sum skemt í ólavsøkukabarettini.  Av tí at sendingin hvørki var tulkað ella tekstað, vita vit  ikki hvat gjøldur bleiv gjørt burtur úr, uttan tað, at vit sóu at ”tulkarnir” á pallinum hoknaðu av strongd og mátti  við sjúkrabili.

– Tað er ikki heilt veruleikafjart,  tí tað eru snøkt sagt ongir tulkar í føstum starvi longur, siga tey.

Tey siga, at teknmálstulkatænstan varð løgd undir Almannaverkið í fjør men av onkrari orsøk er starvsfólkatalið minkað meira enn eina helvt í hesum tíðarskeiði. Vit vita tó at onkrir fríyrkistulkar eru í Føroyum, siga tey

– Deyvafelag Føroya kennir væl til at bráðtørvur er á tulkum, og at vit í nógvum viðurskiftum eru vorðin málleys orsakað av hesum. Vit fáa ikki tulkar til okkara gerandisdag, og so als ikki til tíðindi og kunning,  ið ikki umfatar COVID-19.

– Tað, ið harmar okkum mest, nú ólavsøka hevur verið, er, at avvarandi myndugleikar lótust ikki um vón. Tey vendu sær ikki til okkara um at tey ikki fingu tulk. Ei heldur gjørdu tey vart við óhepnu støðuna. Hvørki Tórshavnar kommuna, Løgmansskrivstova ella KVF,  hóast klárar tey hava greiðar skyldur á økinum.

– Vit hava gjørt landsins myndugleikar varugar við okkara mál- og tulkastøðu fleiri ferðir seinastu árini, so tað er ikki vitan ið manglar.

– Nei, vit sluppu ikki í dansiringin í ár, tí í okkara ringi eru trý stev aftur og einki fram, sigur Deyvafelag Føroya.

Tey látast ikki um vón