Smáar fyritøkur finna alternativar loysnir

– Við at bjóða heimavenjing kunnu vit vera við til, at okkara kundar halda seg í gongd, meðan støðgurin er. Hvussu leingi hetta kemur at vara, ella hvørjar fylgjur tað kann hava við sær, at vit ikki kunnu hava venjingarhølið opið, vita vit sjálvandi ikki, vit mugu bara taka tað sum tað kemur, sigur Unnur Fonn, sum saman við tveimum øðrum eigur og rekur venjingarmiðstøðina Fullpower í Klaksvík, sum eisini hevur latið dyrnar aftur hesar dagarnar

Fullpower er ein venjingarmiðstøð, har dentur verður lagdur á funktionella venjing. Fullpower hevur tríggir eigarar, og aftrat teimum eru fleiri venjarar, sum seta saman fjølbroyttar og góðar venjingar. Í Fullpower verður nógv arbeitt við kettlebells, rógvimaskinum og kropsøvilsum.

Venjingarmiðstøðin hevur ymiskar holdvenjingar og opnar tímar. Holdini koyra í fýra vikur í senn, og har eru hold til roynd eins og óroynd í øllum aldri.

– Umframt at vit, sum eiga og reka Fullpower, sjálvi elska at venja, so er okkara ynski, at fáa fólk at røra seg meira í gerandisdegnum, soleiðis at tey gerast betur fyri bæði kropsliga og sálarliga, sigur Unnur Fonn, sum er ein av teimum trimum eigarunum av venjingarmiðstøðini.

– Hósdagin í farnu viku avgjørdu vit, sum so mong onnur, at steðga á vegna Covid-19. Hetta var við blandaðum kenslum, má eg viðganga. Vit elska tað, vit gera og hava nógvar íðkarar, sum trúliga møta til okkara venjingar. Vit vóru komin hálva leið við okkara fýra viku-skeiðum, tá ið vit valdu at seta alt á pausu. Tað er ordiliga keðiligt at steðga venjingini, tí hon er so góð fyri so nógv. Eitt er, at tað gevur eina góða kenslu at vera fysiskt væl fyri, men tað gevur sanniliga eisini yvirskot til gerandisdagin at røra seg - tað eru okkara kundar sum heild sera glaðir fyri, leggur hon aftrat.

– So sum nú er, er einki virksemi í okkara venjignarhøli, tað er so tað, sum tað er, og vit mugu øll fáa tað frægasta burturúr støðuni vit eru í. So um okkara kundar ikki kunnu koma til okkara at venja, so kunnu vit koma heim til teirra - tað er tíbetur eingin forðing í tí. Tí bjóða vit venjing fram á netinum. Vit hava stovnað ein bólk á Facebook, og har verða fjølbroyttar og einfaldar  venjingar lagdar út hvønn gerandisdag, sigur Unnur Fonn.

– Hvussu leingi hetta kemur at vara, ella hvørjar fylgjur tað kann hava við sær, at vit ikki kunnu hava venjingarhølið opið, vita vit sjálvandi ikki, vit mugu bara taka tað sum tað kemur og trúgva upp á at alt fer at laga seg, sigur hon.