Smáar vatnmyllur eru vælegnaðar í Føroyum

Vit hava eitt orkutilfeingi sum kann gagnnýtast burðardygt, samstundis sum tað stuðlar undir el-netið.

– Tað eru smá vatnorkuverk, sum bert taka ein part av ánni, og framleiða streym, sigur Ólavur Poulsen á Vatnsoyrum, sum hevur sent út hetta tíðindaskriv:

 

Alla aðrastaðni eru smáu orkuverkini bundin í el-netið, har nakað el-net er, og alla aðrastaðni kanst tú brúka tín egna streym til tín sjálvs fyrst og síðan verður avlopið selt út á netið og keypt verður av netinum, tá tørvur er á tí. Prísirnir eru eftir marknaðinum og kunnu falla ella hækka, so íløgur í smá vatnorkuverk, sum kosta frá einum 200 túsund krónum og uppeftir, skulu ikki gerast í óðum verkum fyri at tjena pening, men íløgan er langtsiktað fyri at spara pening og minka um oljunýtsluna.

##med2##

Smáu vatnmyllurnar verða ikki heilt nógvar í Føroyum, tí ikki allar áir eru vælegnaðar, men tær kunnu tó gera ein góða mun, eini 3-4%, kanska meira, afturat vatnorkuni hjá SEV.

SEV leiðslan hevur higartil ikki samstarva í hesi tilgongd, hóast teir hava sagt tað í talu og yvirskriftum, men við óvanliga órímiligum treytum hevur SEV leiðslan mótarbeitt. Undirritaði hevur avgjørt ikki verið fyri at fremmandir skulu sleppa at framleiða inn á netið, bara fyri at tjena pening, sum SEV hevur brúk fyri; men tað letur til, at neyðugt er at skilja netið frá framleiðslupartinum hjá SEV, og loyva øðrum framat, fyri at fáa dynamik í skipanina og normalar tilstandir, sigur Ólavur Poulsen, sum umboðar og ráðgevur um smáar vatnmyllur.

Les meira á síðuni hjá áhugafelagsskapinum Nýhugsan og síggj filmin her:

 

Filmurin https://www.youtube.com/watch?v=5QfaVjNnOCA

Nýhugsan https://www.youtube.com/channel/UCIqDRJvUvQeB1DOlSo0PVVQ/featured

@font-face { font-family: "Cambria Math"; }@font-face { font-family: "Calibri"; }p.MsoNormal, li.MsoNormal, div.MsoNormal { margin: 0cm 0cm 8pt; line-height: 107%; font-size: 11pt; font-family: "Calibri", sans-serif; }a:link, span.MsoHyperlink { color: blue; text-decoration: underline; }a:visited, span.MsoHyperlinkFollowed { color: rgb(149, 79, 114); text-decoration: underline; }.MsoChpDefault { font-size: 11pt; font-family: "Calibri", sans-serif; }.MsoPapDefault { margin-bottom: 8pt; line-height: 107%; }div.WordSection1 { }

Vatnorka til húsarhald og virkir