Smádreingir hava tjent nógvar pengar á G! festivalinum

- Vit hava fingið 470 krónur fyri kopparnar inntil víðari, siga Pauli, Fróði og Djóni

Fróði, Djóni og Pauli

Fróði, Djóni og Pauli

Fyri teir tríggjar Paula, Fróða og Djóna er G! festivalurin nakað heilt serligt. Teir síggja festivalin sum ein inntøkumøguleika, tí pantskipanin við ølgløsum, sum byrjaði í fjør, gevur teimum 10 krónur fyri hvørt glasi. 

Teir brúka dagarnar til at ganga runt á festivaløkinum og leita eftir blikkum og plastgløsum, sum teir so kunnu fáa eitt oyra afturfyri.

- Vit hava savnað tveir stórar sekkir saman, og hetta er tann triði posin, siga teir og peika á ruskposan, sum næstan er fullur.

##med2##

- Í gjár savnaðu vit 147 koppar, og vit hava fingið 470 krónur fyri kopparnar inntil víðari, siga Pauli, Fróði og Djóni.

##med3##

Tað er í einum lítlum skúri á festivaløkinum, at til ber at lata gløs inn. Tær, ið hava vakt seinnapartin í dag, eru Aleth Nielsen og Kristianna Sørensen. Tær hava úr at gera við at veksla gløs um til reiðan pening.

- Tað eru fyri tað mesta børn, sum vit síggja her. Summi koma við einum og einum glasi, meðan onnur savna eina heila rúgvu saman, siga tær. 

##med4##

Børnini halda tað vera ordiliga stuttligt av savna endurnýtslugløsini saman.

- Tey savla sær pening saman til øll møgulig ting, sum tey vilja keypa. Onkur hevur enntá fingið so nógv inn, at tey hava keypt sær ein iPad, siga tær.

Hendan skipanin loysir seg, tí hon tryggjar bæði endurnýtslukonseptið og eitt reint festivaløki. 

- Mann sær stóra mun á festivalplássinum, sum er nógv reinari. Tað eru ikki so nógv plastgløs, sum liggja og sløðast longur, sum tað plagdi at vera. 

Fróði, Djóni og Pauli