Smittutøl seta met í næstan 40 londum

Næstan 300.000 nýggir korona-tilburðir hava verið kring heimin síðan í gjár, og í fleiri londum seta smittutølini met.

 

 

Skrásettu covid-19 tilburðirnir kring heimin eru nú 17,4 miljónir, og næstan 675.000 fólk eru deyð.

Skrásettu covid-19 tilburðirnir kring heimin eru nú 17,4 miljónir, og næstan 675.000 fólk eru deyð.

 

Í dag veit WHO, Heimsheilsustovnurin, at siga, at tølini við covid-19 smittaðum í løtuni seta nýggj met í fleiri londum, og samlaða talið av smittaðum kring um heimin er vaksið við heili 292.527 síðan í gjár.

Størsti vøksturin av smittaðum er í USA, Brasilia, India og í Suðurafrika, og talið av deyðum er seinasta samdøgnið vaksið við 6.812.

Seinast, tølini yvir smittað í eitt samdøgur settu met, var hin 24. juli, tá skrásettir vórðu 284.196 nýggir smittutilburðir kring heimin. Hetta samdøgnið var talið av deyðum 9.753, sum er tað næst hægsta í eitt samdøgur.

Tøl hjá tíðindastovuni Reuters vísa, at talið av smittaðum seinasta samdøgnið setti met í næstan 40 londum, tá hugt verður gjøgnum seinastu vikuna. Lop hava verið í smittutølunum í eitt nú Avstralia, Japan, Hongkong, Bolivia, Sudan, Etiopia, Bulgaria, Belgia, Uspekistan og Ísrael.

Ein uppgerð hjá Reuters vísir, at til og við í dag - fríggjadagin - eru skrásettu smittutilburðirnir kring heimin 17,4 miljónir, og næstan 675.000 fólk eru deyð við covid-19.

 

 

Skrásettu covid-19 tilburðirnir kring heimin eru nú 17,4 miljónir, og næstan 675.000 fólk eru deyð.