SMS hevur fingið nýggjan býlingsstjóra

Regin W. Dalsgaard gevst nú sum býlings- og marknaðarstjóri í SMS

Durita Nolsøe og Regin W. Dalsgaard

Durita Nolsøe og Regin W. Dalsgaard

Eftir góð fimm ár í sessinum sum býlings- og marknaðarstjóri í SMS gevst Regin W. Dalsgaard nú í hesum starvinum.

Og tað er núgreitt, at tað verður Durita Nolsøe, sum tekur við eftir hann

Regin W. Dalsgaard sigur í tíðindaskrivi í morgun, at hjá honum er stundin nú komin til venda aftur til arbeiðslívið sum sjálvstøðugur ráðgevari - og ein partur av hesum verður eisini at vera ráðgevari fyri SMS.

Durita Nolsøe hevur fjølbroyttar royndir í vinnuni. Hon kemur úr einum starvi sum ognarseljari í Skyn, og undan hesum starvi var hon verið lýsingaráðgevari hjá Sansum og hjá Kvinnu, umframt at hon hevur verið sølufólk hjá MBM, umframt annað.

Durita Nolsøe tekur við starvinum 1. apríl, og fyrstu tíðina verður Regin W. Dalsgaard beinleiðis knýttur at starvinum sum ráðgevari hjá nýggja býlingsstjóranum.

Durita Nolsøe og Regin W. Dalsgaard