Smyril á tingborð í morgin

Løgtingið skal viðgera eina eykajáttan í samband við umvælingar

Nógv rok hevur í dag verið um Prince, avloysaraskipið hjá Smyril á suðuroyarleiðini, aftaná at umleið 100 fólk stóðu eftir á Krambatanga, tá skipið fór til Havnar seinnapartin. Fólkini sluppu ikki við, tí Prince tekur einans 365 ferðafólk.

Tað verður uttan iva eisini tikið upp í morgin, tá løgtingslimir eru boðsendir at viðgera eitt uppskot um eykajáttan til Smyril, ið er farin í dokk í Danmark.

Løgtingið skal taka støðu til eina eykajáttan á 3,5 milliónir krónur, ið er peningurin, ið resta í til at gera neyðugu umvælingarnar nú skipið er farið í dokk. Tær 3,5 milliónirnar skulu leggjast aftrat teimum 26 milliónunum, ið longu eru játtaðar til umvælingar av Smyrli og leigu av Prince.

Tingfundurin í morgin byrjar klokkan 10, og verður hetta fyrsta málið, ið nýggja tingið viðgerð aftaná, at tað bleiv skipað í farnu viku.