Smyril avlýsir túrar

Komandi mánadagar fella túrar burtur

Av tí at eftirlitsarbeiði skal gerast umborð á Smyrli, fella tveir túrar hjá strandfaraskipinum burtur komandi tveir mánadagarnar.

Í morgin og næsta mánadag siglir Smyril sum vant av Tvøroyri kl. 06:00, men tá ið skipið er komið á Havnina, verður tað lagt nakrar tímar.

Tað hevur við sær, at túrurin, sum vanliga er kl. 8:45 av Havnini og kl. 11:30 av Tvøroyri, verður ikki sigldur næstu tveir mánadagarnar.