Smyril fingið maskinbrek - fær ikki lagt at

Vendi aftur til Krambatanga við maskinbreki

Smyril hevur fingið eitt maskinbrek og liggur nú uttanfyri Trongisvágsfjørð og bíðar eftir hjálp. Tað upplýsa ferðafólk, ið eru umborð á skipinum fyri Miðlahúsinum.

Smyril var á veg norður, tá ferðafólkini fingu at vita, at eitt brek á ein motor gjørdi, at skipið mátti venda við. Seinni fingu tey at vita, at skipið bara siglir við einum motori. Av tí sama fær Smyril ikki lagt at á Krambatanga, tí til tað er neyðugt við tveimum motorum, fingu ferðafólkini upplýst.

Sambært Marine Traffic liggur Smyril út fyri Trongisvágsfjørð og siglir við einans sjey míl.  

##med2##

Myndirnar eru tiknar umborð á Smyrli nú seinnapartin.