Smyril Line keypir skip – og víðkar rutunetið

Smyril Line hevur nú keypt eitt farmaskip, sum kemur til landið um tríggjar vikur

 

 

Smyril Line hevur keypt eitt farmaskip frá finska reiðarínum, Bore Ltd. Skipið hevur fingið navnið, Akranes og er smíðað á Sterkoder í Noregi í 1998.

Akranes er 138 metrar langt og 23 metrar breitt. Smyril Line fer at skráseta Akranes í føroysku altjóða skipaskránni, og tað verður mannað tað við føroyingum.

Tá ið Akranes legst afturat tann 20. desember 2019, eru fimm skip í flotanum hjá Smyril Line. Hini eru Norröna, Mykines, Eystnes og Hvítanes.

Akranes fer at sigla fast millum Tórshavn, Þorlákshöfn í Íslandi og Hirtshals í Danmark og sostatt fáa føroyskir innflytarar eina fráferð fríggjadag úr Hirtshals til Tórshavn, og føroyskar útflutarar fáa møguleikan at senda farm úr Tórshavn hvønn týsdag, ið verður útlýggjað í Hirtshals hósmorgun.

– Akranes verður eisini ein brúgv hjá íslendskum innflytarum og útflytarum, sum nú fáa betri samband ímillum Reykjavíkarøkið og Norðurlendska fastlandið.

Nýggj siglingarætlan hjá Eystnesi og Hvítanesi hevur eisini við sær, at føroyskar útflutningsfyritøkur kunnu flyta farm við trailarum beinleiðis úr Føroyum til Scrabster hvønn fríggjadag, sigur Smyril Line.