Aksel styrkir seg við turrum fiski

Aksel Haraldsen hevur turran fisk við sær á súkklutúrinum úr Danmark til Fraklands

Aksel Haraldsen er ein av teimum, sum í hesum døgum súkklar við Team Rynkeby úr Danmark til Fraklands.

Team Rynke er eitt norðurlendskt vælgerandi átak, har fólk súkkla úr Danmark, Svøríki og Finnlandi til Paris fyri at savna pengar til børn, sum eru sjúk av krabbameini, og teirra avvarðandi. Í fjør vóru góðar 16 milliónir savnaðar inn gjøgnum Team Rynkeby. Í ár eru 1000 súkklarar og 210 hjálparfólk við á ferðini og í løtuni eru tey ávegis til Paris.

62 súkklarar eru í hópinum, sum Aksel Haraldsen súkklar við. Hetta liðið byrjaði í Ringe á Fyn. Í hópinum er millum annað Manu Sareen, kirkjumálaráðharri, og Kristian Thulesen Dahl, formaður í Danska Fólkaflokkinum.

Meðan summir súkklarar brúka litfagrar dunkar við orkudrykki á ferðini, hevur Aksel Haraldsen tikið turran fisk við sær at styrkja seg á ferðini. Tað hava danir bitið merki í, og á Facebook bólkinum hjá Team Rynkeby hava tey tikið mynd av Akseli og hansara turra fiski.