Smyril Line tekur ábyrgdina: Gevast at brúka skóleistarnar

- Vit fara at gera okkara fyri, at hetta ongantíð hendir aftur

 

Í gjárkvøldið legði ein íslendingur eftir føroyskum bussførarum, aftaná hann hevði savnað ein heilan posa av plastskóleistum saman uttan fyri í Námskarði í Íslandi. Hann vildi vera við, at óruddið stavaði frá føroyskum HK-bussum, tí hann kom fram á hesar bussarnar nærindis. Les meira um tað HER.

Hetta hevur skapt mikla øsing millum íslendingar, og nú er málið endað hjá Smyril Line. Henny á Líknargøtu, marknaðarleiðari í Smyril Line, skrivar á Facebook-uppslagnum, at hon harmast um støðuna.

Hon vísir á, at nógv ferðafólk, sum koma við Norrønu, vitja Námskarð við HK bussum. Hon sigur, at Smyril Line undir ongum umstøðum finnur seg í, at teirra gestir leggja nakað órudd eftir seg í náttúruni.

- Vit vita, hvussu viðkvom náttúran í Føroyum og Íslandi er, og tí hevur tað stóran týdning fyri okkum, at vit taka upp eftir okkum uttan at dálka náttúruna bæði í Íslandi og í Føroyum. 

##med2##

Skóleistarnir eru nú søga

Rokið um hesar plastskóleistarnar hevur fingið Smyril Line og HK at taka ábyrgd.

- Eg gjørdist sera ovfarin, tá eg sá myndirnar, og eg havi sett meg í samband við HK-bussar. Vit hava avtalað at gevast við at brúka hesar bláu skóleistarnar - so tit fara ikki at síggja HK bussarnar brúka hesar í næstu viku, skrivar Henny á Líknargøtu.

- Kom ikki frá føroyska bussinum

Haraftrat ger hon greitt, at bláa plastið allarhelst ikki stavar frá HK-bussum kortini, tí sambært bussføraranum sjálvum vóru fleiri av hesum skóleistunum har, áðrenn føroyski bussurin kom á staðið.

Bussførarin hevði sent henni eina mynd av teimum innsavnaðu plastskóleistunum sum prógv fyri hetta. Hendan myndin sæst niðan fyri:

##med3##

Men óansæð hvør gjørdi hvat, er niðurstøðan og boðskapurin frá Smyril Line til íslendingar:

- Vit í Smyril Line harmast almikið, og tit skulu vita, at vit taka hendan trupulleikan í álvara. Vit fara at tryggja, at allir okkara samstarvsfelagar fáa hesi boðini, og vit fara at gera okkara besta fyri, at hetta ongantíð hendir aftur.