Smyril tøkniligar trupulleikar

Smyril hevur tøkniligar trupulleikar í kvøld, og hevur hetta ávirkað ferðaætlanina, og ávirkar eisini restina av kvøldinum og í morgin.

Fráferðin av Krambatanga í kvøld varð útsett til klokkan 19.30 og Smyril fer ikki suður aftur í kvøld fyrr enn klokan 22.00.

Sambært viðmerkingum á facebook, so sluppu fleiri suðuroyingar ikki til landsdyst, tí fráferðin av Krambatanga varð útsett.

Hinvegin vóru fleiri ónøgd, tí Smyril átti at fara av Havnini í kvøld klokkan 21.00, og so høvdu suðuroyingar, sum eru til landsdyst, verið noydd at gista í Havn. men nú fer Smyril ikki fyrr enn klokkan 22.00, so tað bøtir kanska um, so suðuroyingar, sum eru til landsdyst, sleppa til hús í kvøld.

Fráferðin av Havnini í morgin av Krambatanga verður ikki klokkan 7.00, sum vanligt, men er útsett til klokkan 9.00, skrivar SSL á síni heimasíðu.