Snarljós rakti mann í Kastrup Lufthavn

Ein starvsmaður í Kastrup Lufthavn var í kvøld raktur av einum snarljósi á flogvallarøkinum.

Ein maður er raktur av einum snarljósi í Kastrup Lufthavn í Keypmannahavn

Tað váttar vaktarleiðarin Michael Andersen hjá løgregluni í Keypmannahavn.

– Ein starvsmaður, sum arbeiðir á flogvøllinum er raktur av einum snarljósi, sigur vaktarleiðarin.

– Tað hendi inni á økinum hjá flogvøllinum.

Løgreglan í Keypmannahavn fekk boðini um hendingina klokkan 22:25.

Tann rakti er ein 58 ára gamal maður, upplýsir vaktarleiðarin. Løgreglan kann klokkan 23:30 ikki upplýsa nærri um støðuna hjá manninum.

– Tað kann eg ikki siga meira um, fyrr enn eg havi fingið dagføring av staðnum, sigur Michael Andersen.

Hann upplýsir, at sjúkrabilur og løgregla eru á staðnum.

Skaddi maðurin er fluttur á Ríkissjúkrahúsið.

DMI boðar frá glopraregni fleiri staðni.

Sambært Østjyllands Politi er ein maður í Eysturjúllandi møguliga eisini raktur av snarljósi í kvøld. Tað skrivar tv2.dk.

– Tað er ein maður, sum var úti og gekk tú í Skejby í Aarhus Nord. Tað, vit vita, er, at hann dettur, meðan snarljósini ganga øgiliga, sigur vaktarleiðarin Michael Øru við TV" Østjylland.

– Hann er koyrdur at skaðastovuna, men vit vita enn ikki, hvussu støðan hjá honum er.

Klokkan 22 vóru skrásett fleiri enn 1.000 dømi, har toran hevði sligið niður, skrivar BT.

 

/ritzau/