So er aftur minni hjá partrolarum

Í longri tíð hava partrolarar havt góðan fiskiskap, og teir hava fingið stóran og góðan upsa. Men, í løtuni roynist fiskiskapurin ikki so væl.

 

 

 

Seks pør eru til fiskiskap, og øll pørini fiska upsa. Partrolararnir hava fingið væl av upsa í eina tíð, men í løtuni roynist fiskiskapurin meira smáligur. Skipini koma inn at landa, sum henda vikan gongur.

Á Fiskamarknaði Føroya vita tey at siga, at tveir djúpvatnstrolarar eru vestan fyri og fiska kongafisk, og teir koma báðir inn at landa í vikuni. Haraftrat er Magnus Heinason á Føroyabanka og ger yvirlitstrolingar.

- Magnus Heinason kemur inn at landa miðskeiðis í vikuni. Skipið hevur mest av hýsu og upsa - og vónandi eisini nakað av toski.

Ein trolbátur, sum hevur verið til fiskiskap seinastu dagarnar, kemur væntandi inn at landa síðst í vikuni. Teir eru vestan fyri og fáa mest av upsa. Teir fáa eisini nakað av havtasku, longu og toski. 

- Tvey garnaskip fiska svartkalva, og bæði skipini koma inn at landa síðst í vikuni. Fiskiskapurin eftir svartkalva er smáligur. Frægari er hjá garnaskipinum, sum fiskar havtasku og landar miðskeiðis í vikuni, verður lagt aftrat.