So er ársins vetrarjazzfestivalur byrjaður

Í gjárkvøldið varð festialurin Vetrarjazz 2020 settur á flottari konsert við bretskt/norska bólkinum ELT og næmingum á musikkskúlamiðnámi

Festivalurin heldur fram alla vikuna við tiltøkum kring allan býin. Skráin er sum altíð fjølbroytt frá improviseraðari elektroniskari yrkingalist til standard jazz, frá børnum sum spæla jazz til jazzlegendur og frá sálmum í jazzhami til technojazz.

Sum flestum kunnugt eru tveir føroyskir tungvektarar við á skránni, nevniliga úgávuaktuellu Plúmm og Tórshavnar Big Band, sum bæði fara á pall í stóra salinum í Norðurlandahúsinum.

Tríggir føroyskir útisetar vitja í Føroyum hesar dagarnar við hvør sínum bólki: Saxofonisturin Betty Magnussen og klaverleikararnir Rasmus Vigant Samuelsen og Jósef Zachariassen. Hesin síðsti spælir við bólkinum M.D.R.N, sum granskar mørkini ímillum hip hop og jazz. Teir spæla í Reinsaríum fríggjakvøldið 31. januar saman við norska bólkinum Kjetil Mulelid Trio, sum spæla melodiskan norðurlendskan jazz.

Eitt nýtt konsertstað er komið við á listan hjá Vetrarjazz, og tað er forhøllin í Kringvarpi Føroya. Har verður konsert beint eftir arbeiðstíð mikudagin 29. januar við estisku stjørnuni Laura Poldvere, sum syngur standards saman við Kristiani Paula Ellefsen á klaver.

Leygardagurin 1. februar er familjudagur. Tá verður konsert fyri børn við kendum barnasangum, sum eru jazzaðir eitt sindur upp, umframt at vit fáa tað forkunnuga høvi at hoyra børn heilt niður í 10 ára aldur spæla jazz.

Hendan síðsta dag á festivalinum verður eisini fyri fyrstu ferð høvi at uppliva eina ljóðinstallatión á Vetrarjazz. Henni standa Resterne af Rigsfællesskabet fyri, og hon verður opin í forhøllini í Norðurlandahúsinum allan dagin og endar við, at teir spæla eina konsert.

Umframt hetta verða konsertir í SMS, Hvonn, Havnar Kirkju, Mikkeller, Sirkus og Blábar. Sí alla skránna og jazz.fo ella Facebook.