So er brexit klárt: Bretar úr ES í næstu viku

Eftir áralangt beiskt stríð er nú punktum umsíðir sett. Í dag fekk bretski forsætisráðharrin, Boris Johnson, umsíðir lógina um brexit samtykta í Undirhúsinum, sum merkir, at Bretland um níggju dagar fer úr ES eftir limaskap í 47 ár.

Lógin um at fara úr ES var longu góðkend í Undirhúsinum. Men Yvirhúsið hevði fleiri broytingaruppskot. Millum annað um rættindi hjá ES borgarum og um rættindini hjá børnum hjá flóttum.
Men við fleiri atkvøðugreiðslum í Undirhúsinum vóru uppskotini hjá ikki fólkavalda yvirhúsinum sópað av borðinum. Tey Konservativu hjá Boris Johnson vunnu stóran meiriluta á valinum í desember.
Yvirhusið valdi tí mótstríðandi at geva seg yvir.
Tað er upp á tíðina at enda hesa drúgvu tilgongdina, sum hevur loypt so djúpt split í landið, verður sagt úr embætisbústaðnum í Downing Street.
– Bretska fólkið hevur bíðað í yvir trý ár upp á at fáa avgreitt brexit. Við samtyktini av útfaringarlógini, so ber nú til hjá Bretlandi at fara úr ES 31. januar, sigur talsmaður hjá Johnson.
Næsta lítla forðingin, sum er eftir, er drotningin.
Men tað er bara ein formalitetur, at Elisabet drotning skrivar undir brexit-lógina.
Tað fer hon kanska longu at gera í morgin.
Og so skal Evropatingið eisini góðtaka bretska exittið. Tað verður helst gjørt í næstu viku.
Fyri Johnson er tað ein stórur persónligur sigur. Hann gjørdist forsætisráðharri síðsta summar við lyfti um »to get brexit done«. Hann lovaði at enda áralanga klandrið um ES og tað split, sum landið hevur upplivað.
Undankvinna hansara, Theresa May, samráddist um eina loysn við ES nevndina um leiklutin hjá Bretlandi í framtíðini. Men tríggjar ferðir tapti hon atkvøðugreiðsluna í tjóðartinginum. Triðju ferð valdu hon at leggja frá sær.
Sum nýggjur forsætisráðharri valdi Johnson at fara aftur til Brússel at samráðast um eina avtalu. Hana fekk hann. Og í desember fekk hann krúnuna á verkið við einum stórum valsigri til Konservativa Flokkin.

/ritzau/AFP