So er ólavsøkuskráin tøk

Sí hana her.

Tá ið gingið varð úr Havnar kirkju niðan á Tinghúsvøllin í fjør.

Tá ið gingið varð úr Havnar kirkju niðan á Tinghúsvøllin í fjør.

Sjálv skráin tekur við longu 26. juli, har ymiskar framsýningar og listasøvn eru opin – millum annað listaframsýning í Kringvarpinum við málningum eftir Kára Svensson.

Umframt 10. pride tiltakið 27. juli, fer ársins ólavsøkukabarett av bakkastokki, sum Andrias Høgenni leikstjórnar við leikarunum Sóley Danielsen, Katrin Joensen-Næs, Rebekka Rafael, Torkil Tórgarð og Jákup Dahl Wardum. Somuleiðis letur Tivoli upp á Skálatrøð, umframt at Vestara bryggja og ískeiin verða karmur um alt frá go-kart, ATV-koyring og paintball fyri bæði vaksin og børn.

Ólavsøkuaftan, 28. juli, verður sjálv ólavsøkan sett, sum vant, við skrúðgongu úr Tróndargøtu oman á Vaglið, har Petur Mittún heldur røðuna í ár. Ólavsøkuframsýningin hjá Listafelag Føroya letur eisini upp í listaskálanum hendan seinnapartin, við 37 luttakandi listafólkum. Ítrótturin fyllir eisini ein part av skránni, og hjá mongum er tað siðvenja at hyggja at ólavsøkuróðurinum, sum verður allan seinnapartin frá kl. 14. Harumframt verður eisini kappsvimjing á vágni, og fótbóltsdystur millum B36 og Víking.

Ólavsøkudag er skrúðgongan úr Havnar kirkju, tá ið løgtingslimir, prestar og embætisfólk fara niðan í Løgtingið, har løgmaður ber fram løgmansrøðuna. Millum tey tiltiknu tiltøkini seinni verður eisini Fólkafundur á Doktaragrund á Reyni, harmonikuhugni og dansur í Vágsbotni, og ikki minst midnáttarsangurin á Vaglinum.

Sí skránna í fullum líki her.

Tá ið gingið varð úr Havnar kirkju niðan á Tinghúsvøllin í fjør.