So eru eldarnir sløktir

38 sløkkiliðsfólk úr Danmark hava seinastu dagarnar verið í Grønlandi og hjálpt til við at sløkkja náttúrueldar.

 

Tað hevur umsíðir eydnast at sløkkja sonevndu náttúrueldarnar, sum hava herjað í Grønlandi seinasta mánaðin.

Donsku sløkkiliðsfólkini, sum grønlendska heimastýrið boðsendi, eru nú liðug við sítt arbeiði, og tey fara sambært www.sermitsiaq.ag heim aftur til Danmarkar leygardagin.

Náttúrueldar hava herjað nærindis Kanerluarsuk Tulleq heilt síðan hin 8. juli, og grønlendsk sløkkiliðsfólk høvdu ilt við at fáa billbukt við eldinum.

Tað vísti seg nevniliga, at eldurin kyknaði aftur úr jørðini.

Tað hevur verið rættiliga turt í Grønlandi í summar, og tá eldurin hevur brent niðri í torvlagnum í jørðini, hevur uppgávan verið trupul.

Tí hava 38 sløkkiliðsfólk úr Danmark seinastu dagarnar verið í Grønlandi við útgerð og hjálpt til, og nú er hetta arbeiðið komið á mál.