So eru hvítabjarnirnar skotnar

Nú bar tað ikki til meira. Tær tríggjar hvítabjarnirnar, sum hava verið í Qeqertarsuatsiaat, eru nú skotnar, tí tær vóru til vanda fyri íbúgvarnar í grønlendsku bygdini.

 

 

 

- Tað er ógvuliga syrgiligt, at tær eru skotnar, men her var einki at gera. Mynd: Privat.

- Tað er ógvuliga syrgiligt, at tær eru skotnar, men her var einki at gera. Mynd: Privat.

 

Stutt fyri klokkan 08 í morgun vórðu tríggjar hvítabjarnir skotnar í Qeqertarsuatsiaat, og tað var kommunufútin, sum skeyt mammu og tveir ungar. Skúlavørðurin í bygdini sigur við Sermitsiaq, at hvítabjarnirnar hava ferðast kring um Qeqertarsuatsiaat síðan mánadagin.

Fyrr í vikuni vildi ráðið hjá grønlendska heimastýrinum, sum umsitir veiði, fiskiskap og landbúnað, ikki geva loyvi til, at bjarnamamman og ungar hennara vórðu skotin, tí tá varð ikki mett, at bjarnirnar vóru ein hóttan móti íbúgvunum í bygdini.

Í fyrstu syfti royndu løgregla og kommunufúti at ræða bjarnirnar burtur úr bygdini. Men, hvørja ferð leitaðu tær sær inn aftur í bygdina, og nú bar tað ikki til meira, metti myndugleikin á staðnum. 

- Sum náttin er liðin, hava tær tríggjar bjarnirnar etið av okkara vetrargoymslu, sum stóð við húsini, sigur skúlavørðurin, Anda Nathansen, sum varð ringd upp av skúlaleiðaranum í morgun klokkan 06.30.

Skúlaleiðarin fortaldi, at hvítabjarnirnar um náttina høvdu ferðaðust kring um í bygdini. Uttan mun til, hvussu fittar hvítabjarnirnar síggja út, er tað vandamikið at hava tær so tætt upp at fólkinum.

- Tað er ógvuliga syrgiligt, at tær eru skotnar. Eg havi altíð havt stóra virðing fyri hesum flottu dýrum. Men, nú hvítabjarnirnar komu inn í bygdina, eru tær vandamiklar. Tá tær hava etið av okkara vetrargoymslu, er hugsandi, at tær vildu komið aftur.

Skúlavørðurin sigur, at tað var tíverri einki annað at gera enn at skjóta hvítabjarnirnar.

- Tað er ógvuliga syrgiligt, at tær eru skotnar, men her var einki at gera. Mynd: Privat.