Av givnum orsøkum verður helst einki Bátaradio á FM1 í summar.
Undanfarin ár hevur fólksligi reportarin hjá FM1, Vilmund D. Jacobsen sent Bátaradio frá Bátastevnuni í Vestmanna, Bátahugnanum í Hvalvík og Regatta í Hósvík.
Sendingarnar hava verið sera fólksligar og væl umtóktar.
Partur av at byggja savnið hjá FM1 upp á SoundCloud er eisini at leggja Bátaradio-sendingarnar út á savnið.
HER ber til at hoyra allar samrøðurnar Vilmund D. Jacobsen gjørdi á Bátastevnuni í Vestmanna 25. mai í fjør.
Vilmund D. Jacobsen gjørdi samrøður umborð á bátinum "Pluto" á veg av Fútakletti til Vestmanna. Vilmund prátaði við Trúgva Joensen, Bjarna Petersen, Maibritt Ingebritsen, suppuleiðara og ymisk fólk kring supputeltið, Reidar Jacobsen, Áki Olsen, Hans Pauli Strøm, Brandur Davidsen, Hans Bjarna og Ásbjørn Nielsen, og við Bárður Nielsen, fyrireikara umframt aðrar styttri samrøður og stemningsfrágreiðingar.