So kom brúgvin á aftur Thor Omega

Arbeiðið at umbyggja Thor Omega á skipasmiðjuni Mest gongur sína gongd, og nú skipið hevur ligið við vestaru bryggju í Havn í nakrar dagar, er nógv hent.

 

 

Síðan Thor Omega kom at liggja við Vestaru Bryggju í Havn, er brúgvin fyrst loyst og tikin oman av skipinum.

Síðan er nýggj sektión við 15 kømrum sett í skipið, og í morgun varð so sjálv brúgvin, sum hevur staðið á bryggjuni í nakrar dagar, sett oman yvir aftur nýggju kamarssektiónina.

In.fo var á Vestaru Bryggju í morgun, tá stórur krani hivaði brúnna av bryggjuni og upp á Thor Omega aftur, og hetta tók ikki langa tíð.

Frammanundan er so nýggja sektiónin við kømrunum, sum Mest hevur bygt, komin upp á pláss umborð á Thor Omega.

Veitingarskipið er bygt á Skála og varð latið eigarunum – Thor í Hósvík – í februar í 2009. Skipið hevur verið í sigling, síðan tað varð bygt og hevur ferðast víða um heimin.

##med2##

Thor Omega hevur ofta verið brúkt til at flyta fólk millum arbeiðsstøð, og tað er í hesum sambandi, at skipið nú fær eina eyka hædd. Tvær koyggjur eru í hvørjum av teimum 15 nýggju kømrunum.

Hans Andrias Kelduberg, reiðari í Thor, segði herfyri, at umbyggingin er neyðug fyri at nøkta tørvin og uppfylla krøv til viðurskiftini.

- Umbyggingin ger eisini, at Thor Omega kann brúkast sum "gistingarhús", tá skipið liggur í havnum í londum, har viðurskiftini kanska eru ófriðarlig.

– Tá er ofta tryggari at búgva umborð, segði reiðarin, sum legði aftrat, at umbyggingin av veitingarskipinum helst fer at taka einar tveir mánaðir.

##med3##

##med4##

##med5##

##med6##