So kom coronavirusið til Brasilia

Coronavirus er komið undir brasilianska karnevalinum, nú nógvir útlendingar vitja landið.

Myndugleikarnir í Brasilia vátta fyrsta tilburðin av coronavirus í Latínamerika.

Landsins heilsumálaráð sigur, at ein 61 ára gamal maður úr São Paulo, sum fyri kortum er komin aftur úr Lombardínum í norðrara parti av Italia, er kannaður positivur fyri virusið.

Sjúklingurin kom heim 21. februar úr harðast rakta økinum í Evropa við fleiri hundrað smittaðum persónum.

Diagnosan kemur undir brasilianska karnevalinum, har útlendingar í hópatali vitja landið, og har milliónir av fólkum eru í gøtunum.

/ritzau/AFP