So má hýran hjá fiskimonnum lækkast munandi

Stjórin í Reiðarafelagnum heldur at búskaparfrøðingar roknað heilt skeivt

Skal roknistykkiå halda, skulu fiskimenn nógv niður í løn, sigur stjórin í Reiðarafelagnum

Skal roknistykkiå halda, skulu fiskimenn nógv niður í løn, sigur stjórin í Reiðarafelagnum

Skal roknistykkið hjá búskaparfrøðingum halda, skal hýran hjá fiskomonnum langt niður um 400.000 krónur um árið.

Tað sigur Stefan í Skorini, stjóri í Reiðarafelagnum

Hann vísir á, at nú er nógv kjak verið um tilfeingisrentuna í føroysku fiskivinnuni. Tað er upphæddin, samfelagið átti at fingið burtur úr fiskivinnuni afturat.

Búskaparfrøðingar hava roknað seg fram til, at tilfeingisrentan er umleið eina milliard krónur um árið. Men Stefan í Skorini sigur hetta fullkomiliga yvirmett, tí fortreytin fyri tí, er, at tann normala hýran hjá einum fiskimanni skal bara vera 400.000 krónur um árið.

– Tað merkir, at miðal hýran hjá allari manningini – skiparum, maskinmeistarum og dekkarum – er 400.000 krónur um árið, sigur hann.

Men tað merkir aftur, at dekkarin skal hava væl minni enn 400.000 krónur í hýru um árið.

Siga vit, at miðal hýran hjá allari manningini er 400.000 krónur um árið, verður manningarparturin umleið 250-300.000 krónur um árið á einum skipi við tólv monnum.

Hetta er tá ið vit nýta sama lutfallið, sum er ímillum dekkarar og yvirmenn á uppsjóvarskipum í dag.

– Tað kann so merkja, at ein dekkari skal mynstra við einum uppsjóvarskipi í umleið 250 dagar um árið fyri eina hýru uppá umleið 275.000 krónur.

– Hetta er tað sama sum ásetta minstalønin frá Trygdargrunninum, sigur Stefan í Skorini

Á flest øllum uppsjóvarskipum hava reiðaríini harumframt tvær manningar til hvørt skipið. So í roynd og veru hevði tað merkt, at ein maður hevði fingið umleið 137.500 krónur í hýru um árið fyri at vera til skips í 125 dagar.

Hetta roknistykkið hjá búskaparfrøðingum tekur sostatt støði í óveruligum metingum av, hvat ein manningarpartur eigur at vera, sigur stjórin í Reiðarafelagnum.

Hann sigur, at í grannalondunum er vanligt at hava tvær manningar til fiskiskip og til skip í frálandavinnuni. Hesar manningar fáa eina ársløn fyri at vera burtur helvtina av tíðini.

– Tískil eigur eisini at vera hugt eftir, hvussu støðan er í grannalondunum fyri líknandi virksemi, tí hetta er í veruleikanum tann arbeiðsmarknaðurin, sum føroyska fiskivinnan í mongum førum kappast við, sigur Stefan í Skorini

 

Trýst HER og les meiri um, hvat stjórin í Reiðarafelagnum heldur um roknistykkið hjá búskaparfrøðingunum um tilfeingisrentuna, og hann sigur, at tað eru eisini fleiri aðrar óvissur í tí.

Skal roknistykkiå halda, skulu fiskimenn nógv niður í løn, sigur stjórin í Reiðarafelagnum