So nógv kosta ymsu vaksinurnar

Koppingarevnið hjá Moderna er tað dýrasta

Koppingarevnið hjá amerikansku fyritøkuni Moderna er tað dýrasta, og koppingarevnið hjá svenskt-bretska Oxford/AstraZeneca er nógv tað bíligasta.

Nógvar heilivágsfyritøkur, almennir heilsustovnar og onnur hava í ár arbeitt miðvíst við finna koppingarevni ímóti covid-19 smittuni. Fyrsta koppingarevnið, sum varð góðkend í Europeiska Samveldinum (ES), var tann hjá Pfizer/BioNTech, og tað er hendan vaksinan, sum eisini er komin til Føroya. Onnur góðkenda vaksinan verður tann hjá Moderna, sum sannlíkt fær ES góðkenning í næstu viku.

Belgiski ráðharrin Eva de Bleeker kom av misgávum at avdúka, hvørjar prísir ES hevur samrátt seg til við teimum ymisku vaksinunum. Føroyar eru umvegis Danmark partur av felags innkeypinum hjá ES.

Pfizer/BioNTech vaksinan, sum longu er komin til Føroya, kostar 89 krónur fyri hvønn skamt. Hvørt fólk skal brúka tveir skamtar, og tí kostar vaksinan til eitt fólk 178 krónur.

Moderna vaksinan, sum nú verður góðkend og helst kemur til Føroya seinni í januar mánaði, er tann dýrast vaksinan. Hvør skamtur kostar 109 krónur – tað vil siga 218 krónur fyri hvørt fólk.

Vaksinan hjá Oxford/AstraZeneca, sum hevur fingið neyðgóðkenning í Bretlandi, er nógv tann bíligasta vaksinan. Hon kostar bert 13 krónur fyri hvønn skamt. Ein orsøk til lága prísin er, at vaksinan hevur fingið nógvan almennan stuðul í menningararbeiðnum.

 

Prísirnir, sum ES skal hava fingið fyri tær ymisku vaksinurnar, eru hesir:

Oxford/Astrazeneca: 1,78 evrur (13,24 krónur)

Johnson & Johnson: 8,50 dollarar (51,59 krónur)

Sanofi/GSK: 7,56 evrur (56,24 krónur)

Curevac: 10 evrur (74,40 krónur)

Pfizer/BioNTech: 12 evrur (89,28 krónur)

Moderna: 18 dollarar (109,24 krónur)

Verður vaksinan hjá Pfizer/BioNTech brúkt sum útgangsstøði, og sagt verður, at Føroyar skulu brúka umleið 80.000 skamtar, kostar vaksinan til føroyingar góðar sjey milliónir krónur.