So nógv tjena føroyingar upp á leiga út til ferðafólk

Ferðafólk í Føroyum leggja nógv eftir seg til tey, sum hava bústaðir til leigu

 

 

Tað er ein góður vinnuvegur at leiga bústaðir út til ferðafólk, sum koma til Føroya.

Taks hevur nú gjørt umsetningin av Airbnb-leiguni í 2018 uppp, og tað vísir seg, at tilsamans leigaðu vit út til Airbnb 21,9 milliónir krónur hetta árið.

Taks sigur, at hetta gav 13 milliónir krónur í skattskyldigari inntøku og í miðal hevði hvør útleigari ein umsetning upp á 73.976 krónur, sigur Taks.

Tey, sum ikki høvdu sent roknskap inn við við árslok í 2019, og sum TAKS metti høvdu havt eina munandi inntøku, fingu bræv um at fáa hetta í rættlag. Men í øðrum førum hava tey á Taks sjálvi mett um inntøkuna og hevur sett fólk í skatt eftir hesi meting.