So stórt hall høvdu flogfeløgini í 2020

Koronuvirus og ferðaavmarkingar hava kostað flogfeløgunum nógv í 2020. Her eru úrslitini:

Eitt flogfar hjá týska Lufthansa í Vágum: Felagið hevði 50 milliardir krónur í halli í fjør

Eitt flogfar hjá týska Lufthansa í Vágum: Felagið hevði 50 milliardir krónur í halli í fjør

Týska flogfelagið Lufthansa hevur í morgun lagt fram roknskapin fyri 2020, sum vísir eitt hall upp á 50 milliardir krónur.

Her er eitt yvirlit yvir, hvussu stór hall ymisk stór flogfeløg í Evropa hava havt í fjør.

Tað eru munir á stóru flogfeløgunum – eitt nú hvussu nógv starvsfólk tey hava – og tí kunnu tølini ikki samanberast beinleiðis:

Air France-KLM: - 52 milliardir krónur.

IAG - sum British Airways eigur: - 51,5 milliardir krónur.

Lufthansa: - 50 milliardir krónur.

Norwegian: - 16,7 milliardir krónur.

Easyjet: - 9,3 milliardir krónur*.

Ryanair: - 8,1 milliardir krónur**.

SAS: - 6,8 milliardir krónur.

Keldur: Flogfeløgini.

* Hava forskotið roknskaparár. Úrslitið fevnir um skeiðið frá oktober í 2019 til oktober 2020.

** Hava forskotið roknskaparár – úrslitini eru løgd saman fyri fjórðingsár ymsu árini.

/ritzau/

 

Eitt flogfar hjá týska Lufthansa í Vágum: Felagið hevði 50 milliardir krónur í halli í fjør