Søgulig avtala við Bretland

Hava undirskrivað avtalu, ið skal fyribyrgja ógreið viðurskifti í samband við eitt Hard Brexit

Mynd: Herluf Sigvaldsson, føroyskur samráðingarleiðari og Colin Faulkner, bretskur samráðingarleiðari

Mynd: Herluf Sigvaldsson, føroyskur samráðingarleiðari og Colin Faulkner, bretskur samráðingarleiðari

Tað var ein søgulig løta í Londin í gjárkvøldið, tá umboð fyri Føroyar og Bretland skrivaðu undir eina semju um sínámillum fiskirættindi fyri 2019 fyri tað, ið eftir er av 2019. Talan er um eina serliga avtalu, ið møguliga slett ikki verður aktuel. Avtalan verður nevniliga einans virkin, um Bretland fer úr ES uttan eina avtalu. Tað vil siga um tað verður eitt Hard Brexit ella No Deal Brexit. Í eini slíkari støðu hevur tað verið í áhuganum hjá bæði føroyingum og bretum, at tað ikki steðgar tí veiðu, ið londini hava í sjóøkjunum hjá hvørjum øðrum.


 - Semjan er gjørd til tess at tryggja og varðveita fiskirættindini hjá føroyskum og bretskum skipum í ávikavist bretskum og føroyskum sjógvi tað, ið eftir er av árinum, um Bretland fer úr ES uttan ein skilnaðarsáttmála 31. oktober 2019. Hon fevnir sostatt bæði um kvotabýti og atgongd, skrivar Fiskimálaráðið.

Harumframt bleiv eisini skrivað undir uppá eina semju um samstarv um fiskiveiðieftirlit.

- Við semjunum báðum eru Føroyar og Bretland samd um at halda fram við at styrkja og menna fleiri ára gamla vinalagið og góðu viðurskiftini landanna millum sum næstu grannar í Landnyrðingsatlantshavi. Við hesum verða eisini tryggir karmar skaptir fyri vinnuna í londunum báðum, eins og at felags fiskastovnar verða umsitnir á ein burðardyggan hátt, skrivar Fiskimálaráðið.

Mynd: Herluf Sigvaldsson, føroyskur samráðingarleiðari og Colin Faulkner, bretskur samráðingarleiðari