Katalanar ynskja loysing

Stórur meiriluti fyri loysing, men sera lág luttøka, tá Katalanar í gjár atkvøddu um, hvat samband teir skulu hava við spanska kongaríkið annars.

Katalanar atkvøddu í gjár fyri loysing í óbindandi atkvøðugreiðslu. Spurningarnir, sum katalansku veljarirnir skuldu svara, vóru tvinnir:

- Hvørt Katalonia skuldi vera ein statur 

- og hvørt tey ynsktu Katalonska statin at vera sjálvstøðugan

 

Nærum allar atkvøðurnar eru taldar upp, og fleiri enn 80% svaraðu ja til báar spurningarnar.

 

Atkvøðugreiðslan kemur í kjalarvørrinum av, at spanska embætisverki annars noktaði katalanum fólkaatkvøðu um loysing. Tískil varð atkvøðugreiðslan meira at rokna sum ein súmbolsk atkvøðugreiðsla, har fólkið vildi gera vart við, at tey høvdu uppiborið at eina formliga fólkaatkvøðu.

 

At áhugin var stórur, merkti eisini, at áleið 40.000 sjálvboðin vórðu við at seta upp valstøð kring spanska øki Katalonia, har ein 'meiningakanning' skuldi vísa á teirra ynski um at gerast sjálvstøðug.

 

Artur Mas, katalanski leiðarin, metir, at úrslitið frá atkvøðugreiðsluni átti at slóðað fyri, at katalanar fáa eina bindandi fólkaatkvøðu.

 

Tó vilja summir viðmerkjarir vera við, at óbindandi atkvøðugreiðslan hjá katalanum, ikki hevur nakað upp á seg.

- Atkvøðugreiðslan var nevniliga ikki bindandi, og einans ein triðingur nýttu høvi at greiða sína atkvøðu, føra teir fram.