Søgulig viðurkenning av Føroyum í evropeiskum útbúgvingarpolitikki

Aðalfundurin hjá European Students’ Union (ESU) hevur í dag samtykt umsókn hjá Meginfelag Føroyskra Studenta (MFS) um limaskap í ESU. Eitt týðandi stig er sostatt tikið móti fullari evropeiskari viðurkenning av MFS sum umboð fyri føroysk lesandi. Týdningurin av, at Føroyar eisini eru umboðaðar, tá evropeiskur útbúgvingarpolitikkur verður umrøddur – ofta við beinleiðis ávirkan á útbúgvingarskipanina í Føroyum – er eisini undirstrikaður við hesi viðurkenningini.

Hetta skrivar MFS í tíðindaskrivi í kvøld.

Hetta er fyrstu ferð, at føroyskur útbúgvingarpolitikkur verður viðurkendur á henda hátt á evropeiskum stigi.

Umsóknin skal endaliga góðkennast av enn einum aðalfundi í næsta ár, eftir at ein sendinevnd við umboðum úr fleiri evropeiskum lestrarfeløgum hevur vitjað í Føroyum og skrivað frágreiðing um, hvørt MFS lýkur formligu krøvini til limaskap ella ikki.

Í MFS halda vit ikki, at vit taka munnin ov fullan tá vit siga, at hetta er eitt ómetaliga stórt framstig fyri føroysk lesandi, føroysku útbúgvingarskipanina og ikki minst Føroyar í heila tikið, skrivar MFS.

ESU, ið hevur 45 limafelagsskapir úr 40 londum, umboðar eini 20 milliónir lesandi í øllum Evropa, og hevur eisini sess í fleiri av teimum stovnum og felagsskapum, ið mynda evropeiskan útbúgvingarpolitikk – eitt nú Evroparáðnum, Bolognafylgibólkinum og UNESCO.

MFS hevur seinastu árini arbeitt miðvíst við at varpa ljós á týdningin av, at Føroyar arbeiða við at seta Bolgona tilgongdina í verk í Føroyum, og sitandi samgonga hevur eisini sett sær sum mál, at Fróðskaparsetur Føroya skal lúka evropeisk krøv um útbúgvingargóðsku. Vit halda, at hendan viðurkenningin er eitt herðaklapp til øll tey í føroyskum útbúgvingarpolitikki, ið vit hava samstarvað við um hesi málini, og sum ótroyttiliga arbeiða fyri áhaldandi at styrkja føroyska vitanarsamfelagið og okkara útbúgvingarskipan.