Søguligt: Andrias Høgenni hevur vunnið í Cannes

Hetta er fyrstu ferð, ein føroyingur hevur vunnið eina so fína altjóða filmsvirðisløn

 

Andrias Høgenni hevur sum fyrsti føroyingur nakrantíð vunnið eina virðisløn á Cannes Filmsfestivalinum, sum telist millum heimsins kendastu filmsstevnur. 

Tað er stuttfilmurin Ikki illa meint, sum hevur fingið sokallaðu Canal+ virðislønina fyri besta stuttfilm til stevnuna í Cannes, sum eitur Semaine de la Critique. 

- Vit vunnu!!! Takk til alt toymið og øll, sum hava stuðlað okkara løgna lítla filmi! skrivar Andrias Høgenni á sínari Facebooksíðu.

Sigast kann ikki annað, enn at hetta er eitt megnarstig fyri føroyska filmsframleiðslu, og hetta prógvar enn einaferð, at føroyingar kunnu blanda seg við heimsins førandi - eisini í filmsvinnuni. Tað er ikki ein og hvør, sum vinnur slíka virðisløn, og Andrias Høgenni hevur við hesum skrivað søgu við filminum Ikki illa meint, sum í februar vann føroysku Geyta-virðislønina.

##med3##

Filmurin snýr seg um føroysku Elinborg, sum hittir vinkonu sína Maritu í einum matvøruhandli. Samrøðan teirra millum er heldur flóvislig, tí Elinborg hevur gloymt føðingardagin hjá Maritu. Marita spyr síðani, um Elinborg hevur blokerað seg á Facebook, og so koyrir samrøðan víðari. 

##med2##

 

 

Skermmynd frá stuttfilminum "Ikki illa meint"

Andrias Høgenni