Myndaeigari: Midt-Norsk Havbruk

Søgunar fyrsta tøka úr Aquatraz-nót

- Einki trýst var á laksinum, tá hann skuldi takast, og laksurin var púrasta "róligur" undir tøkuni, sigur framleiðsluleiðarin hjá Midt-Norsk Havbruk, Roger Eiternes.

Myndaeigari: Midt-Norsk Havbruk

 

Nú alivinnan í Norðurnoregi hevur verið herjað av eitrandi algum, og eini 13.000-14.000 tons av laksi eru farin fyri skeyti, kunnu norðmenn kortini fegnast um frambrot í egnari alivinnu. Midt-Norsk Havbruk hevur nevniliga tikið tey fyrstu 181 tonsini av laksi úr einari sonevdari Aquatraz-alinót, og heimasíðan ilaks.no skrivar, at henda fyrsta royndin hepnaðist sera væl.

Tað var í oktober í fjør, at 190.000 smolt vórðu sett út í hálvafturlatnu nótina, sum verður rópt Aquatraz. Eftir slakar sjey mánaðir kundi alifelagið, sum hevur havt nótina liggjandi við Namdalsstrondina, herfyri taka søgunar fyrsta laks úr einari slíkari nót, sum ikki hevur verið roynd áður í laksaaling.

Undir tøkuni av fiskinum varð nótin hevjað umleið níggju metrar. Síðan varð fiskurin pumpaður beinleiðis í brunnbátin Namsos gjøgnum eitt úttak í botninum av nótini. Framleiðsluleiðarin hjá Midt-Norsk Havbruk, Roger Eiternes, sigur, at einki trýst var á fiskinum, tá hann skuldi takast henda vegin, og laksurin var púrasta "róligur" undir tøkuni.

##med2##

Aquatraz-nótin er 160 metrar til ummáls. Teir ovastu átta metrarnar er nótin tøtt, men í niðara parti er hon ikki tøtt. Tá fiskur skal takast, er tað ein hydraulisk skipan, sum hevjar nótina. - Tað er eingin vøddi brúktur til at hevja nótina, og eg haldi, at hetta er eitt vegamót í tøkniligari menning innan alivinnu, sigur Roger Eiternes, við ilaks.no

Tilsamans 181 tons av laksi vórðu tikin úr Aquatraz-nótini henda dagin, og restin av fiskinum kemur so at ganga til eina seinni tøku í juli. Ein onnur nót, ið mest sum er identisk við hesa - tó við onkrum tillagingum - liggur eisini við fiski úti í Eiterfjørðinum, og triðju og fjórðu nótirnar í Aquatraz-røðini verða í løtuni framleiddar á Fosen Yards.

- Higartil eru royndirnar góðar, bæði tá ræður um tøkni og lívfrøði. Verkætlanin hevur givið okkum stóran kunnleika, sum vit nú kunnu taka við okkum í víðarimenningini av Aquatraz, sigur Steingrim Holm, verkætlanarleiðari fyri Aquatraz-royndirnar, við ilaks.no.

##med3##

Myndaeigari: Midt-Norsk Havbruk