»Søgustrok« á Skúlatrøð – veggirnir eru eitt ovurstórt ark

– Veggirnir vera sum eitt ovurstórt ark, og so havi eg teknað strikur og formar, um allan veggin, og ja, skjótt gjørdist sjálvt veggurin eisini ov lítil, og linjurnar fóru útav vegginum og upp í luftina, og gjørdust ósjónligar, men her kann hugflogið so taka yvir, og ein kann ímynda sær hvat strikurnar blíva til, t. d. ein fisk ella ein krabba sveimandi nakað omanfyri skúlaveggin, bert hugflogið setur avmarkingina, segði Edward Fuglø, listamaður í góðveðrinum hóskvøldið, tá ið nýggja listaverkið ”Søgustrok” á Skúlatrøð varð tendrað.

 

 

Tað var ein søgulig løta hóskvøldið nakað eftir klokkan átta, tá ið uttandura listaverkið á Skúlatrøð varð tendrað fyri fyrstu ferð, tí hendan listprýðisverkætlan er tann fyrsta av sínum slag í kommununi, har listprýði var ein partur av byggingini heilt frá byrjan.

Tað var ein hugnalig løta í góðveðrinum hetta kvøldið, har fitt av fólki vóru møtt at síggja listaverkið, ið er sjónligt kring stóran part av býnum, verða tendrað fyri fyrstu ferð.

Vit endurgeva her røðuna, sum Edward Fuglø helt, áðrenn Beinta Klakstein, forkvinna í trivnaðarnevndini børn & ung, saman við børnunum taldi niður, og so varð listaverkið tendrað.

Edward segði soleiðis:

 

"Signað veri børnini,

mær eru givin at goyma,

meðan pápin er á skóginum burt,

og mamman er ikki heima."

 

Soleiðis ljóðar eitt gamalt føroyskt skjaldur, sum omma mín plagdi at siga. 

Í dag er hendan omman í stóran mun blivin til stovnar og skúlar, sum taka sær av upplæringini av børnunum og læra tey um føroyska mentan og mál og siga teimum søgur.

##med2##

Skúlin er fremsti føroyski mentanarberin

Hetta skal tó ikki misskiljast soleiðis, at eg haldi, at nú er ongin omma ella pápi, sum sigur børnunum søgur longur, als ikki. Hetta er meint sum ein mynd uppá, hvussu nógv samfelagið er broytt.

Hetta skjaldrið er frá eini heilt aðrari tíð og einum heilt øðrum samfelag, tá menningin og læringin av børnunum í størsta mun fór fram heima við hús.

Samfelagið í dag er, sum øll vita, kollvelt av tøknini, og filmar, spøl og sera nógv tíð á netinum, hevur nú ein stóran leiklut í lívinum hjá barninum.

Og á hesum miðlum, sum annars hava nógv gott við sær, er stórur partur av tilfarinum einamest á fremmandum máli og úr eini fremmandari, ella ein kundi sagt, altjóða mentan, har tað føroyska er í undirluta.

Tíbetur hevur skúlin ment seg til at vera ein týðandi part av barnaárunum, og borgar hann í okkara samtíð fyri góðari upplæring av m.a. føroyskum máli og mentan.

Hann er fremsti føroyski mentanarberin, og í honum býr nú millum annað eisini omman, ið segði frá søgum og skjaldrum í gomlum døgum.

Støðið í frálæruni er við árunum vorðið alsamt hægri, og børnini verða utbúgvin at fara út í lívið og stóru verð.

Her má eg líka nevna nýggju føroysku frálærubókina Finka, eftir Mariannu Skarðenni Poulsen, úr Klaksvík, við tekningum eftir Kathrinu Skarðsá, og útgivin av NÁM, sum hevur vunnið gull og varð kosin besta nýggja frálærubók í Europa.

Eitt fantastiskt bragd!! Tillukku við tí.

##ms##

 

Børn eru opin - tekna og skapa

Skúlin er eitt kreativt stað, og umboðar sjálvandi eisini aðrar lærugreinir enn føroyskt. Eitt nú innan list, tónleik, handverk við meira.

Børn eru opin og tekna og skapa púra náturliga list, ella barnalist, har barnið sigur søgur við kritum og vatnlitum. 

Øll børn eiga henda eginleika at siga søgur við sínum tekningum. Tey ræðast ikki eitt hvítt ark, men leypa beint í vaðið, og tekna og mála so lystiliga, at tað er ein fragd at síggja.

Og tey helma ikki í, fyrr enn alt arkið, sum tað er, er fylt av strikum, litum og formum.

So fara tey stolt at vísa mammu og fortelja søguna, tey hava teknað, og eisini um tað, sum kanska ikki sást á tekningini, tí arkið varð ov lítið, so ikki var pláss. 

Men her skilja vit skjótt, hvat barnið meinar við, tí tekningin og forteljaragleðin hjá barninum setur okkara hugflog í gongd, og skjótt síggja vit ósjónliga hestin ella fuglin, ein hálvan metur uttan fyri arkið.

Og hetta er hugmyndin, eg havi nýtt til at listprýða veggirnar á Skúlatrøð.

##med3##

Bert hugflogið setur avmarkingina

Veggirnir verða sum eitt ovurstórt ark, og so havi eg teknað strikur og formar um allan veggin, og ja, skjótt gjørdist sjálvt veggurin eisini ov lítil, og linjurnar fóru út av vegginum og upp í luftina og gjørdust ósjónligar, men her kann hugflogið so taka yvir, og ein kann ímynda sær hvat strikurnar blíva til, t.d. ein fisk ella ein krabba sveimandi nakað oman fyri skúlaveggin. Bert hugflogið setur avmarkingina.

Annar íblástur er eisini við, eitt nú víkinga ornamentikur úr miðøld, men rútman og kompositiónin í strikunum á veggunum er nokk eitt sindur meira kontrollerað hjá mær, enn tær eru hjá barninum. Man er væl eftirhondini ein hálvgamal maður.

Og so navnið á skúlanum: "Skúlatrøð", uppkallaður eftir trøðni, her hann er staðsettur. Tað hevur eisini verið við í huganum, tí hvat er á eini trøð? Jú, har eru plantur og djór, fuglar og løkir við sílum, spælandi børn, kanska ein stórur íbygdur steinur. Har grør um gangandi fót, har verður lendið dyrkað, so at man fær sum mest burturúr, júst soleiðis sum ein skúli eisini ger. Hann arbeiðir jú við at fáa tað besta burtur úr sínum tilfeingi. Børnunum.

SØGUSTROK – STORYLINES

Verkinum á veggunum á Skúlatrøð havi eg givið heitið: SØGUSTROK, sum er eitt samansett orð, og apropos ávirkanina av altjóða mentan, er enska heitið: STORYLINES.

Klaksvíkar Kommuna hevur fingið ein nýggjan og stásiligan skúla, við fyrstaflokks kørmum til undirvísing og menning. Og stóru skúlabygningarnir standa sum ein prýðilig mentanarborg í miðbýnum.

Henda listprýðisverkætlan er eisini tann fyrsta av sínum slag í kommununi, har listprýði varð ein partur longu frá byrjan.

Listin fjálgar og lyftir býin

Hetta frøist eg sum listafólk sjálvandi um. List í almenna rúminum er umráðandi.

Jú fleiri listaverk i almenna rúminum, tað veri seg standmyndir, veggjamálningar o.a., jú meira von verða fólk við, at listin verður ein nátúrligur partur av gerandisdegnum.

List fer frá at vera okkurt mystiskt, sum man ikki hevur skil fyri ella ikki tímir, til at vera eitt tilboð í býnum, hon fjálgar og lyftir býin. Ein býur, sum brúkar orku og pengar uppá list, er tekin um ein sterkan bý, sum hevur eitt kollektivt, mentalt yvirskot til at taka listina við í framburðin.

Og til tey, sum kanska halda at listprýði og standmyndir eru fjant og fjas – ja, tað bera oysl, so er tann meiningin, í sjálvum sær, eisini ein reaktión uppá listina.

Reaktiónin flytir møguliga okkurt allíkavæl. Tú vaknar kanska úr líkasæluni, verður provokeraður, ja, ella bergtikin.

Tær kann dáma eitt listaverk ella ikki, men øll hesi lætt atkomuligu listaverkini, sum knappliga vísa seg fyri tínum eygum ymsastaðni í býnum, vera við tíðini ein inngrógvin partur av samleikanum hjá býnum og býarbørnunum.

Tú verður góður við tey, og verður sostatt tilvitaður um list. Hon nýtist ikki at vera so mystisk kortini.

Takk fyri gott samstarv

Listabólkurin, settur av Klaksvíkar Kommunu, hevði átta umboð. Hesin listabólkur hevur havt til uppgávu at avgera, hvussu Skúlatrøð skuldi listprýðast.

Umboðini í hesum bólki eru: John Færø, Beinta Klakkstein, Signhild V. Jóhannesen og Tonja Sonnhardsdóttir, vegna Klaksvíkar Kommunu, Vagn Foldbo og Eyðbjørn Jacobsen vegna Skúlatrøð, Mildrid á Lógv vegna skúlastýrið og Svend Sivertsen vegna Fuglark.

Takk fyri álitið, mær var givið og takk fyri gott samstarv.

Eg takki eisini arkitektunum, Høgna Kastalag og Svend Sivertsen fyri samstarvið í samband við teknisku og praktisku tilgongdina til listprýðið.

Somuleiðis takki eg Innspark, sum hevur staðið fyri framleiðsluni av verkinum, og El-In, sum hevur staðið fyri el-arbeiðinum.

Listaverkið er eitt annað um dagin enn um kvøldið

Aftur til veggin. Listprýðið er gjørt soleiðis, at partar av tí kunnu lýsa.

Tí hava vit í kvøld eina almenna "tendring", har partar av verkinum verða tendraðir fyri fyrstu ferð, og soleiðis kemur verkið hereftir at lýsa um kvøldarnar.

Verkið kemur at markera Skúlatrøð í býarmyndini, bæði um dagin og um kvøldið.

Á ein hátt er tí talan um tvey verk, tí ikki allar strikurnar tendra um kvøldið, og verkið um dagin er eitt annað, enn verkið um kvøldið.

Her kemur so aftur hugflogið upp í leikin, tí í myrkrinum koma fuglar, fiskar, djór, plantur til sjóndar, har tey lýsandi sveima í leysum lofti í myrkrinum, og hvør veit? Kanska teknar tú nú sjálvur, ella sjálv, nýggjar strikur og formar fyri tínum innara eyga, sum gera, at tú fær tína heilt egnu lítlu søgu at siga frá.

 

Takk fyri.