Havnarbáturin er mannaður

Sambært heimasíðuni Hvannrók rør Havnarbáturin í summar. Heilt ungir rógvarar hava mannað sigursvanda tíggjumannafarið hjá Havnar Róðrarfelag

Havnarbáturin var í fjør mannaður við eldri rógvarum. Í ár eru tað blaðungir dreingir, sum skulu rógva hvíta drekan á mál. Mynd:Hvannrók

Havnarbáturin var í fjør mannaður við eldri rógvarum. Í ár eru tað blaðungir dreingir, sum skulu rógva hvíta drekan á mál. Mynd:Hvannrók

Sambært heimasíðuni hjá hvannrok.com  rør Havnarbáturin í summar. Heilt ungir rógvarar hava mannað sigursvanda tíggjumannafarið hjá Havnar Róðrarfelag. Teir eru átjan, nítjan ára gamlir dreingir, sum byrjaðu at rógva barnaróður fyri seks árum síðani, veit Hvannrok.com at siga.


- Vit ætlaðu á sinni, at dreingirnir skuldu manna Havnarbátin átta ár eftir teir byrjaðu, men nú verður tað eitt sindur fyrr, sigur Sophus Dahl Christiansen við Hvannrók. Sophus hevur í fleiri ár hevur verið venjari hjá dreingjunum.  


Tólv rógvarar manna Havnarbátin. At manna bátar við fleiri eykarógvarum, sum skiftast at rógva, er vorðin ein afturvendandi táttur. M.a hevur Klaksvíkingur nýtt hendan hátt at manna bátin í fleiri ár. Teir tólv dreingirnir hava róð við fimmannaførunum Títlingi, Drekanum, Sílinum og Jallinum. 


- Vit síggja fram til hesa spennandi uppgávu vitandi um, at dreingirnir eru ungir, men tó hava nógvar royndir í 5-mannafari. Dreingirnir eru allir lívsglaðir rógvarar, sum nú vilja bjóða seg fram, sigur Sophus Dahl Christiansen at enda. Umframt nýggja tíggjumannafarið hjá Argja Róðrarfelag er bert Havnarbáturin mannaður við vissu. Petur í Gong sigur við in.fo, at Róðrarfelagið Knørrur roynir at manna Ormin Langa, men verður hetta við eldri rógvarum.