Søkja eftir leiðara til FabLab í Vági

Nú verður søkt eftir leiðara til FabLab í Vági. Verkstovan er staðsett í Vágs Skúla.

 

Fab Lab er ensk stytting, ið stendur fyri fabrication laboratory. Eitt verkstað fyri skapandi fólk, har talgild og analog amboð eru til taks.

 

Fab Lab eru um allan heim, og eru aloftast útgjørd við somu útgerð, so sum 3 D prentara, 3 D skannara, fresara og lasarskerara, vinylskerara, til ymiskt at seta á klæðir og pløgg.

 

Fablab Faundation er ein ikki-handilssligur meginfelagsskapur frá 2009 fyri øll Fab Lab í heiminum, ið millum annað rekur FabAcademy, sum tekur sær av at útbúgva fólk í nýtsluni av Fab Lab.

Frammanundan er  bert Miðnámsskúlin á Kambsdali, ið hevur FabLab, men Vágs Skúli hevur eisini hesa útgerð, og skal leiðarin sambært starvslýsingini vera við til at innrætta verkstovuna, ið almenningurin eisini hevur atgongd til.

 

Orsøkin til, at Vágs Skúli, sum ein av tveimum skúlum í landinum, hevur hesa framkomnu útgerð er, at skúlin fyri á leið tveimum árum síðani fekk stórfingna gávu. Gávan kom úr Íslandi. Gávan er frá einum pari, hvørs røtur eru í Vági; Margrét G. Scheving og Ásbjørn Óttarsson.

 

Margrét G Scheving minnit minnist hvussu abbi hennara plagdi at siga frá um Vág og Føroyar. Á vitjanum í Vági kendi hon, at hon var vágbingur.

 

Tað er fyri at heiðra minni um abba mín, at vit geva gávuna, hevur Magrét G. Scheving sagt, tá 3D prentarai og 3 D skannari varð handað Vágs Skúla. Seinni er  meira útgerð handað Vágs  Skúla.

Starvslýsingin sæst á heimasíðunum hjá Vágs Skúla og Vágs Kommunu.