Søkja nú eftir fólki til eitt heilt serligt starv

Tann, sum verður settur, skal hava góða politiska, og diplomatiska nøs

Hetta hevur verið eitt hjartamál hjá Jenisi av R ana, og nú hann er landsstýrismaður, setir hann tað í verk

Hetta hevur verið eitt hjartamál hjá Jenisi av R ana, og nú hann er landsstýrismaður, setir hann tað í verk

Landsstýrið søkir nú eftir fólki til føroysku sendistovuna í Tel Aviv í Ísrael. Umsóknarfreistin er 28. September á miðdegi. Tað stendur í lýsingini, at tann, sum verður settur, skal helst hava bæði góða politiska og diplomatiska nøs, men tað skal eisini liggja væl fyri at sundurgreina eitt mál og viðkomandi skal eisini hava góð samráðingarevni.

Men viðkomandi skal eisini hava hægri útbúgving og royndir í almennari fyrisiting, og so er tað eisini ein fyrimunur at hava diplomatiskar royndir.

Hetta er eitt heilt serligt starv, tí tað hevur verið rættiliga umstrítt. Fleiri politikarar í Føroyum halda, at tað er burturspilt at hava føroyska sendistovu í Ísrael, tí vit hava onki handilssamband tann vegin. Hinvegis sigur Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkismálum, at tað er nettupp tí, at vit skulu hava sendistovu í Ísrael fyri at menn handilsligt, vinnuligt og mentanarligt samstarv við Ísrael. Tað leggur hann dent á, tí hann sigur, at ísraelar eru í fremstu røð í øllum heiminum á fleiri økjum, eitt nú innan hátøkni, læknavísindi, medisinframleiðslu, og annað.

Upprunaliga ætlaði hann, at sendistovan skuldi vera í Jerusalemn, men tað elvdi til ramarskríggj, bæði í Føroyum og í Danmark. Sostatt slepti hann teirri ætlanini, tí hann vildi ikki seta sendistovuna í vanda við at tvíhalda um tað. Men hann hevur ikki dult fyri, at dreymurin er at flyta hana til Jerusalem seinni.

Í lýsingini eftir sendifólki, stendur, at starvið er í Uttanríkis- og mentamálaráðnum, og tey fyrstu trý, fýra árini verður arbeiðsstaðið Tel Aviv

Ætlanin er at seta starvið 1. november og uppgávurnar sum sendifólkið fær, verður at umboða føroyskar myndugleikar mótvegis ísraelskum myndugleikum og øðrum sendistovum í Tel Aviv. Tað verður eisini ein uppgáva at røkja sambond við ísraelskt vinnulív og mentanarlív, og annars virka fyri at fremja føroysk áhugamál.

– Arbeiðsøkið fevnir tí um bæði politiskt, vinnuligt og mentanarligt samstarv, stendur í lýsingini.

Hetta hevur verið eitt hjartamál hjá Jenisi av R ana, og nú hann er landsstýrismaður, setir hann tað í verk