Sólbjørg vann 800.000 krónur í Gekkinum

2,4 milliónir krónur var Gekkaupphæddin í kvøld – og hjólið varð bara snarað ta einu ferðina, tí hepni vinnarin, Sólbjørg Jacobsen á Skála, fekk bingo í fyrsta snari.

Hon hevði, sum vit hava sæð so mangan fyrr, býtt gekkaupphæddina sundur í trý soleiðis, at hon fekk 800.000 krónur, um hon rakti ein av teimum trimum Gekkunum.

##med2##

Og við fyrsta snari kom hon á gula gekkin, sum gav henni 800.000 krónur. Trýstið á pílin á myndini fyri hoyra fegna vinnaran á Skála í kvøld.

gekk IMG 9153