Soleiðis atkvøddu tey um Sea Shepherd

Les her, hvussu løgtingslimirnir atkvøddu, tá ið tað varð samtykt at banna ólógligum virksemi hjá Sea Shepherd í Føroyum

Rodmundur Nielsen er ein av fýra fólkafloksmonnum, sum søgdu nei

Rodmundur Nielsen er ein av fýra fólkafloksmonnum, sum søgdu nei

Tá ið løgtingið í gjár samtykti at landsstýrið skal smíða lógir, sum forðar Sea Shepherd, og øðrum felagsskapum av sama slagi, at leggja seg út í grindadráp, vóru tað 18 tingfólk sum atkvøddu fyri, átta tinglimir atkvøddu ímóti og ein tinglimir atkvøddi blankt.

Harumframt vóru tað seks tingfólk sum ikki vóru til staðar.

 

Tað var Tjóðveldi sum legði uppskotið fram og rættarnevndin, har allir teir fýra flokkarnir eru umboðaðir, varð samd um at taka undir við tí.

Men hvørki í Sambandsflokkinum, ella í Fólkaflokkinum var øll  tingmanningin samd við rættarnevndina og tað var Miðflokkurin, sum ikki hevur umboð í rættarnevndini, heldur ikki,

 

Les eisini: Løgtingið samtykt at banna Sea Shepherd

 

Tey 18 tingfólkini sum atkvøddu ja, vóru: Jógvan á Lakjuni, Gerhard Lognberg, Jóna M. Mortensen, Bárður Nielsen, Eivin Jacobsen, Hanus Samró, Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir, Janus Rein, Kári P. Højgaard, Sirið Stenberg, Páll á Reynatúgvu, Gunvør Balle, Bjørt Samuelsen, Høgni Hoydal, Kristina Háfoss, Eyðgun Samuelsen, Henrik Old og Aksel V. Johannesen.

 

Nei atkvøddu hesi átta: Helgi Abrahamsen, Alfred Olsen, Joen Magnus Rasmussen, Rodmundur Nielsen, og Bjarni Djurholm Jákup Mikkelsen, Bill Justinussen og Jenis av Rana

Tað var eisini ein tinglimur, sum atkvøddi blankt og tað var Edva Jacobsen.

 

Les eisini: Miðflokkurin vil ikki banna Sea Shepherd

 

Tey, sum ikki vóru til staðar í løgtinginum mikudagin, vóru Brandur Sandoy, Kristin Michelsen, Poul Michelsen, Rósa Samuelsen, Rigmor Dam og Reimund Langaard.

 

Ein av teimum, sum atkvøddi nei, Rodmundur Nilsen, vísir á, at í hesum uppskotinum verður einki sagt um, hvat landsstýrið skal gera og tí tekur hann heldur ikki undir við uppskotinum.

- Tað er ikki sømiligt at áleggja landsstýrinum at gera nakað, sum vit ikki vita hvat er, sigur Rodmundur Nielsen. 

 

Les eisini: Ólógligt hjá føroyingum at hjálpa Sea Shepherd

 

Edva Jacobsen, sum atkvøddi blankt sigur, at hon hevði sligið seg til tols við, at tað var ein samd rættarnevnd við umboðum fyri allar teir fýra flokkarnar, sum hevði lagt uppskotið fyri tingið.

Men hon vísti á, at myndugleikarnar høvdu boðað frá, at ein eftirmeting skuldi gerast, at samtykkja hetta uppskotið, er kanska at samtykkja nakað, sum kanska verður framt kortini.