Soleiðis doyði granskarin á innlandsísinum

- Konrad Steffen verður ongantíð funnin, men verður stoyptur inn í ísin, sigur Jørgen Peder Steffensen, professari í ísfrøði á Niels Bohr Stovninum í Keypmannahavn.

- Konrad Steffen kundi koyra allar niður hóast sín aldur, siga starvsfelagar um heimskenda granskaran, sum sunnudagin hvarv niður í eina rivu á innlandsísinum í Grønlandi.

- Konrad Steffen kundi koyra allar niður hóast sín aldur, siga starvsfelagar um heimskenda granskaran, sum sunnudagin hvarv niður í eina rivu á innlandsísinum í Grønlandi.

 

Tað var seinasta sunnudag, at altjóða viðurkendi ísfrøðingurin og granskarin, sveisarin Konrad Steffen, hvarv á innlandsísinum í Grønlandi, tá hann datt niður í eina rivu í ísinum. Vanlukkan hendi nærindis Swiss Camp í Vesturgrønlandi - á einari kanningarstøð, sum sveisarin sjálvur legði lunnar undir í 1990.

Tað veit videnskab.dk at siga.

Jason Box, sum er professari við GEUS (De Nationale Geologiske Undersøgelser for Danmark og Grønland), var eisini á støðini, tá syrgiliga vanlukkan hendi. Hann sigur við CBS News, at Konrad Steffen, sum vanliga varð róptur "Koni", datt niður í eina rivu á innlandsísinum, meðan onnur á støðini - uttan at vita, hvat var hent Koni - arbeiddu nærindis. 

- Tað seinasta, hann segði, var, at hann líka fór at hyggja eftir nøkrum data, sigur Jason Box.

Sonur Konrad Steffen var eisini við á ferðini saman við pápa sínum í Grønlandi. Hann var tó ikki við á støðini, tá pápin hvarv, men honum er fortalt, hvat hendi.

- Sonurin var ofta við pápa sínum. Hetta er ræðuligt, og tað er serliga keðiligt fyri tey avvarðandi, at tey ikki hava eitt lík at jarða. Koni verður ongantíð funnin, men verður stoyptur inn í ísin, sigur Jørgen Peder Steffensen, professari í ísfrøði á Niels Bohr Stovninum við Universitetið í Keypmannahavn, við videnskab.dk.

Vanlukkan á innlandsísinum hendi, tá sýnið var ringt við kava og vindi.

- Sum mær er sagt, brúkti kanningarliðið trygdarútgerð, men tey høvdu júst lagt útgerðina frá sær, tá tey vóru farin inn at fáa sær at eta. Konrad Steffen skuldi bara 50 metrar burtur frá støðini fyri at skifta flískort og taka niður dátu, sum var á kortinum, sigur Jørgen Peder Steffensen.

Hann vísir á, at ein riva var komin í ísin, sum helst lá fjald við tunnum lagi av kava, soleiðis at hann ikki sá rivuna, sum hann fór niður ígjøgnum. Tá hini á støðini løgdu til merkis, at Konrad Steffen var burtur, fóru tey at leita, og tá funnu tey spor sum vístu, at hann var dottin niður í djúpu rivuna á innlandsísinum.

- Hetta setir djúp spor. Innlandsísurin kann vera sera vandamikil, og tað kann enda galið eftir brotparti av einum sekundi, sigur Jørgen Peder Steffensen, sum kendi 68 ára gamla, Konrad Steffen, bæði professionelt og privat.

 

 

 

- Konrad Steffen kundi koyra allar niður hóast sín aldur, siga starvsfelagar um heimskenda granskaran, sum sunnudagin hvarv niður í eina rivu á innlandsísinum í Grønlandi.