Soleiðis er fosturtøkulógin í USA

Í USA er rætturin hjá kvinnum til fosturtøku komin gjøgnum eina avgerð í hægstarætti – málið »Roe ímóti Wade« frá 1973.

 

 

USA hevur onga formaliserað fosturtøkulóg eins og vit kenna úr Føroyum ella úr danmark. Í staðin er talan um siðvenjurætt, sum kom eftir eina avgerði í hægstarætti frá 1973 – málið »Roe ímóti Wade« sum gav kvinnum í USA rætt til fosturtøku.

Tá atkvøddu sjey hægstarættardómarar fyri at loyva Normu McCorvey, sum tá nýtti navenið Jane Roe, fosturtøku, meðan tveir dómarar vóru ímóti.

McCorvey var tá 22 ára gomul og gekk við triðja barninum. Hon var fátøk, støk mamma, og hon ynskti ikki at fáa eitt barn afturat.

Avgerðin gjørdist eitt vegamót, sum staðfesti, at rætturin hjá kvinnum til fosturtøku er vardur av grundlógini.

Seinastu góðu 40 árini hevur »Roe ímóti Wade«-avgerðin verið snúningspunkt fyri ótaldum politiskum, løgfrøðisligum og moralskum orðaskifti um fosturtøku í USA.

Eitt sindur um fosturtøkulógina í USA:

– Ymsu statirnir kunnu samtykkja sínar egnu fosturtøkulógir. Hesar kunnu tó bjóðast av í rættarskipanini.

– Fosturtøka er serliga eymt evni í USA. Mótstøðan er serliga stór í konservativum statum í sunnanfyri og miðvestri. Í meira liberalum økjum eystan- og vestanfyri eru fólk í størri mun fyri rættinum hjá kvinnum til fría fosturtøku.

– Seinastu tíðina er fosturtøkuspurningurin í størri mun polariseraður – eins og onnur politisk mál í USA. Síðani 2001 eru samtyktar fleiri enn 660 lógir í ymsu statunu, sum avmarka ella banna fosturtøku.

Samstundis eru 33 tiltøk, sum styrkja rættin til fosturtøku, góðkend.

– Seinasta aríð eru stríði um fosturtøku hert. Bara í ár hava statirnir Georgia, Kentucky Mississippi og Ohio sett í gildi sokallaðu hjartaslag-lógina. Hon bannar fosturtøku, bara tað ber til at staðfesta hjartaslag. Tað kann henda í sættu viku.

– Hósnóttina okkara tíð samtykti Alabama higartil strangastu fosturtøkulóg í USA. Hon loyvir bert fosturtøku, um lívið hjá kvinnuni er í vanda. Ikki við eitt nú neyðtøku ella blóðskemd.

Enn er óvist, um lógin nær at koma í gildið, áðrenn hon verður roynd í rættarskipanini.

– Sambært einari kanning frá kanningarstovninum Gallup frá í fjør eru 48 prosent av amerikanarunum fyri fosturtøku, meðan onnur 48 prosent eru ímóti.

 

Keldur: TT, Washington Post og Guttmacher

/ritzau/NTB