Leygardagin skal Kristina Bærendsen luttaka í íslendska Grand Prixnum. Hon skal syngja eitt lag, sum íslendsku Sveinn Rúnar Sigurðsson og Valgeir Magnússon hava gjørt.
Sangurin eitur “Ég á mig sjálf”, sum á føroyskum merkir “Eg eigi meg sjálva”. Vit kenna best Kristinu Bærendsen í country-høpi, men hesin sangurin víkir nakað frá country stílinum og er meira í stíli við popp og motown.
Nýtt videolag til sangin er júst komið út, og tú kanst síggja tað her:
Framleiðararnir hava stórar ætlanir við Kristinu Bærendsen, og tað er hetta videolagið eitt prógv um, tí tað er ikki ofta at Grand Prix luttakarar gera videoløg áðrenn sjálva kappingina.
- Sangurin er ordiliga góður, og mær dámar hann væl. Vit royna at fokusera uppá ensku útgávuna, har hann eitur “Mama Said”. Sangskrivararnir ganga høgt upp í at geva eitt gott lag út fyri at fáa allar útvarpsrásirnar at spæla tað, sigur Kristina Bærendsen.
Hon skal syngja íslendsku útgávuna av sanginum leygardagin til undankappingina í Grand Prixnum, men um hon kemur í finaluna, syngur hon ta ensku útgávuna.