Soleiðis hevur uppgerðin verið við bankastjórarnar

Finansiel Stabilitet hevur átta rættarmál um stór tap í peningastovnum. Tvey mál eru ímóti Eik

Føroya Rættur dømdi í dag Marner Jacobsen, fyrrverandi stjóra, Frithleif Olsen, fyrrverandi nevndarformann og Odd Bjellgåg, fyrrverandi næstforman, at gjalda 150 milliónir krónur í endurgjaldi fyri ábyrgdarleysan bankarakstur.

Harvið fekk Finansiel Stabilitet partvís viðhald í einum longum rættarmálið. Fyrsti rættarfundur varð hildin í januar í fjør.

Finansiel Stabilitet tekur yvir peningarstovnar, sum eru farnir á húsagang. Stovnurin hevur reist fleiri umfatandi rættarmál ímóti ábyrgdarhavandi í peningastovnum. Her eru hini málini:

– Ebh Bank. Stjórn, nevnd og grannskoðan stevnd fyri góðar 550 milliónir krónur. Vestari Landsrættur væntast at siga dóm í desember í ár.

– Amagerbanken. Upprunaliga vóru 11 saksøkt. Meirilutin var kravdur eftir 900 milliónum krónum. Rætturin í Lyngy fríkendi øll í juni 2017. Finansiel Stabilitet kærdi til Eystara Landsrætt, sum í juni í ár dømdi ein fyrrverandi stjóra og sjey nevndarlimir at gjalda 343,5 milliónir krónur. Dómurin varð kærdur, men í oktober var semja gjørd um at gjalda 225,5 milliónir krónur.

– Roskilde Bank. Stjórn, nevnd og grannskoðan saksøkt eftir 350 milliónum krónum. Eystari Landsrættur fríkendi øll í november 2017. Finansiel Stabilitet hevur kært til Hægstarætt við kravi um 350 milliónir krónur. Kravið ímóti grannskoðanini er slept.

– Capinordic Bank. Finansiel Stabilitet kravdi í Eystara Landsrætti 400 milliónir krónur av trimum leiðandi persónum, men dómurin gav bankanum 90 milliónir krónur. Hægstirættur staðfesti dómin í januar.

– Andelskassen J. A. K. Slagelse. Ein fyrrverandi stjóri og nevndarformaður vórðu í november í Rættinum í Glostrup dømdir at endurgjalda 1,2 milliónir krónur.

– Eik Bank Danmark. Stjórn, nevnd og grannskoðan vórðu kravd eftir 250 milliónum krónur. Eystari Landsrættur dømdi í oktober 2018 fýra persónur at gjalda 28,6 milliónir krónur. Fiansiel Stabilitet hevur kært dómin til Hægstarætt, sum skal viðgera málið í mai næsta ár.

– Løkken Sparekasse. Sjey persónar eru stevndir eftir 275 milliónum krónu. Vestari Landsrættur er íf erð við at viðgera málið.

 

Keldur: Rættarskjøl, Finansiel Stabilitet, Ritzau.

/ritzau/